Evropavinarliga samgogustjórnin í Póllandi kom í gjár ígjøgnum fyri forðingina á vegnum ímóti at linka landsins strongu lóg um fosturtøku.
Talan er um fýra lógaruppskot.
Ein meiriluti í tjóðartinginum hevur víst aftur eini roynd at vísa lógarpakkanum aftur undir fyrstu viðgerð.
Samgongustjórnin kom til valdi í oktober við einum lyfti um at linka aftur strongu fosturtøkulógina.
Fyrrverandi nationalkonservativa stjórnin við flokkinum PiS á odda tók burtur rættin til fosturtøku, uttan tá talan var um blóðskemd ella um lívið hjá mammuni var í vanda. Tað er enn galdandi lóg, til tjóðartingið aftur setur í gildi rættin til fosturtøku, og landsins forseti váttar tað við undirskrift síni.
– Vit halda orð. Tjóðartingið fer víðari við øllum ætlanunum um rættin til fosturtøku, skrivar Donald Tusk, forsætisráðharri, á sosialum miðlum.
Undanfarnar stjórnin legði seg tætt at hugburðinum hjá katólsku kirkjuni, sum søguliga hevur havt stóra ávirkan í landinum. Kirkan er avgjørd ímóti fosturtøku.
/ritzau/AFP