Privatisering av almennum feløgum og stovnum

Tað vísir seg, at tá Landskassin manglar pengar, kemur tað oftani fram, at vit kunnu selja okkurt. Nú er gongd á at selja partabrøvini í Tjaldur, alt gott um tað MEN, tað eru nøkur feløg, sum ikki mugu seljast líkamikið hvat.

 

 

 

Hvat so viið Føroya Tele, SEV, Strandfaraskipum Landsins og Atlantic Airways? - Nei, hesi feløg og stovnar sum land og kommunurnar eiga mugu fyri alt í verðini ikki seljast. Vit sum fólk her eru alt ov heft at teimum. Eg veit ikki, hvussu tað er við Posta - havi onga meining um tað skal seljast ella ikki.

 

 

 

Hesir stovnar eru so sentralir fyri samfelagið, at vit tola als ikki at missa tamarhaldið á teimum.

 

 

 

Vit kunnu bara hyggja til Danmarkar, nú gassprísurin er farin so nógv upp.

 

 

 

Vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at geva okkum, so nei eingin søla av okkara allar týdningarmiklastu stovnum.

 

 

 

Eg haldi, at fyri tað um tað almenna hevur fult tamarhald, ja so má tað bera til hjá privatum at vera ein partur av hesum. Eitt dømið er SEV, har privatir framleiða streym á neti og SEV hevur leveringstrygd til alt landið.

 

 

 

Eitt annað kann verða SSL, um teir halda, at tað er best at útbjóða eina av farleiðunum, so kunnu teir tað - men við SSL, sum tekur avgerðirnar.

 

X við Pole J. Hansen

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið