Russiski forsetin, Vladimir Putin, er lendur í Kina, har hann verður á vitjan í tveir dagar.
Undir vitjanini skal russiski forsetin eitt nú hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.
Tað upplýsir alment russiskt sjónvarp sambært tíðindastovuni, AFP.
Vitjanin í Kina er hin fyrsta hjá russiska forsetanum, síðan hann í mars í ár formelt varð tilnevndur til enn eitt skeið sum forseti.