Rumenia, sum er limur í Nato, sigur, at ein russisk drona var yvir rumenskum loftrúmi sunnunáttina.
Tað vita útlendskar tíðndastovur at siga í dag.
- Vit fordøma hendingina upp á tað harðasta, sigur uttanríkisráðið í Rumenia í einari útsøgn.
Lagt verður aftrat, at Nato-lond hava fingið fráboðan um hendingina.
Tað var radarskipanin í Rumenia, sum gjørdist varug við dronuna, áðrenn hon snaraði móti Ukraina.
Eisini Nato-landið Lettland sigur, at ein russisk drona hevur verið í teirra loftrúmi.
Verjumálaráðið í Lettlandi sigur, at dronan kom úr loftrúminum hjá Hvítarusslandi.
Sagt verður, at dronan endaði í bakkanum í Rēzekne-regiónini har eysturi í Lettlandi.
Sambært útlendskum miðlum er óvist, um dronan varð skotin niður - ella um hon datt niður í lettiskum øki.