Rakett rakar Tel Aviv eftir hol í verjuni

Ísrael royndi at skjóta eina rakett niður úr Jemen, men tað eydnaðist ikki. Houthi-rørslan sigur, at hon stóð aftan fyri álopið.

Ein rakett úr Jemen hevur rakt Miðísrael - sambært ísraelskum miðlum er talan um býin Tel Aviv. Á myndini sæst eitt skelti við valda amerikanska forsetanum Trump hongur í Tel Aviv. - Mynd: Jack Guez/Ritzau Scanpix

Miðísrael varð í gjárkvøldið rakt av eini rakett, sum varð skotin úr Jemen.

Tað upplýsir ísraelski herurin, sambært tíðindastovuni AFP.

Hetta hendi eftir at herurin royndi at skjóta rakettina niður, men tað miseydnaðist.

Ísraelska loftverjan brúkar vanliga sonevndu Iron Dome til at verja seg móti rakettum.

Iron Dome er ein framkomin verjuskipan, sum vanliga avlurtar meginpartin av rakettum, sum verða sendar inn í landið.

Men sum eitt sjáldsamt dømi eydnaðist tað ikki.

Hernaðarliga Houthi-rørslan segði tíðliga í morgun okkara tíð, at hon stóð aftanfyri álopið. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

/Ritzau/