Rannvá er afturvald sum forkvinna

Fimleikur: Rannvá Troest varð afturvald sum forkvinna í Støkk

Mynd: Støkk

Í gjár var aðalfundur hjá Fimleikafelagnum Støkk í Bylgjuni. Rannvá Troest varð afturvald sum forkvinna, Dagbjørt Sólheim heldur fram sum næstforkvinna, Katrin Thomassen sum peningarøkil, Julian Steingrund sum nevndarlimur og Mia Rodmundardóttir varð vald í nevndina, og verður skrivari felagsins, skrivar Støkk.

 

Jastrid Weihe stóð fyri vali og ynskti ikki at stilla uppaftur. Nevndin takkaði Jastrid fyri hennara arbeiði í nevndini. Samstundis ynskti nevndin Miu Rodmundardóttir vælkomna í nevndina í Støkk. Eykalimir eru Jóhannes Nielsen og Bodil Hansdóttir Heimustovu.

 

- Fyri Støkk hevur hetta seinasta fimleikaárið verið eitt sera gott og virkið ár. At felagið blómar sæst á flottu árligu fimleikaframsýningum og á vaksandi limatalinum, sum nú er út við 900 limir. Hetta er hægsta tal á limum nakrantíð hjá Støkk. Góða undirtøkan og ynski at gerast partur av felagnum, er eisini prógv um eitt aktivt felag við nógvum góðum kreftum.

 

- Samskiparar, venjarar og fimleikarar eru ágrýtnir, dugnaligir og álítandi. Saman stremba vit áhaldandi eftir at øll skulu læra góðan fimleik á hóskandi støði og samstundis hava tað gott í felagnum. Fyri at hetta skal eydnast, krevst gott arbeiðslag og samskifti millum allar partarnar. Hetta fara vit í nevndini framhaldandi at stremba eftir.

 

Mynd: Støkk

 

Mynd: Støkk