Rasisma í Spania: Vinícius Júnior fingið nokk

La Liga: Stjørnuspælarin hjá Real Madrid hevur fingið nokk av rasistiskum atburði í Spania

Um vikuskiftið spældi Real Madrid á útivølli móti Valencia. Í dystinum var stjørnuspælarin hjá Real Madrid, brasilski Vinícius Júnior, í fleiri førum fyri rasistiskum rópum. Nú fáa hendingarnar eitt eftirspæl.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Vinícius Júnior er fyri rasistiskum álopum, tá Real Madrid spælir á útivølli. Hesa ferð fekk brasilski spælarin nokk og svaraði aftur. Tað endaði við rokið og enntá einum reyðum korti til Vinícius Júnior.

 

Eftir dystin var venjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti, í øðini um at einki verður gjørt við hendingarnar. Ovasta leiðslan í La Liga hevur bestan hugin at geva Vinícius Júnior skyldina, tí hann kann tykjast provokerandi í løtum.

 

Men nú svarar fótbóltsheimurin aftur og fleiri hava víst Vinícius Júnior sín stuðul. Millum annað Rio Ferdinand og familjan hjá Pelé, sála. Pelé og Vinícius Júnior funnu væl útav tí. Valencia hevur boðað frá, at trý fólk eru eyðmerkt og kunnu væntað sær at verða burturvíst frá leikvøllunum í longri tíð.

 

##med2##

 

Eftir stendur spurningurin hví slík mál ikki verða tikin í álvara, fyri enn ein slík støða tekur seg upp sum sunnudagin. Real madrid tapti dystin 1-0 og eru nú nummar trý aftanfyri Altetico Madrid.

 

1Barcelona35274465:1585
2Atlético Madrid35226763:2772
3Real Madrid35225870:3371
4Real Sociedad35198847:3265
5Villarreal351861154:3660
6Real Betis351681143:3856
7Athletic Bilbao351481346:3950
8Girona351391355:5048
9Sevilla351391344:4948
10Osasuna351381432:3947
11Rayo Vallecano3512101342:4746
12Mallorca351281533:4044
13Valencia351171739:4140
14Celta de Vigo351091640:5039
15Almería351161846:6139
16Cádiz359111528:5038
17Getafe358111631:4435
18Real Valladolid351052030:6235
19Espanyol358101744:6134
20Elche35482327:6520

 

Úrslit

 

21.05Sevilla0:0Real Betis
21.05Valencia1:0Real Madrid
21.05Atlético Madrid3:0Osasuna
21.05Rayo Vallecano1:2Espanyol
20.05Barcelona1:2Real Sociedad
20.05Getafe1:1Elche
20.05Almería3:0Mallorca
20.05Athletic Bilbao2:1Celta de Vigo
20.05Girona1:2Villarreal
19.05Cádiz2:0Real Valladolid