Regin og hansara fólk rista ikki á hondunum

Glibrianernes færden er yvirskriftin á røðuni, sum Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri helt, tá ið hann í dag heilsaði nýggja flaggskipinum hjá Bakkafrosti, Bakkafossi, at vera vælkomið

Glibrianernes færden

 

 

 

tórbjørn jacobsen

 

 

 

Í bókini “Av bekki á skipabunka”, sum Óli Olsen, Óli á Dalinum, hevur skrivað, og gav út í árinum sum nú er farið, fáa vit eitt sera gott innlit í avbjóðingarnar, sum okkara forfedrar hava havt við at koma til og frá Oyggjunum. Onkuntíð kom eitt, okkurt annað árið tvey og viðhvørt onki skip til landið, ið hevði og hevur so stóran tørv á vørubýti. Berligt á mangan hátt og í aðrar mátar ríkt, serliga í maritima møguleikanum.

 

 

 

Tí kom tað ikki av ongum, at so stórur áhugi var fyri skipum í mínum ungu døgum, - at vit dugdu skipalistan í Álmanakkanum uttanat, - at skúlabørn í høvuðsstaðnum fingu frí úr skúlanum, táið nýbygningar fóru úr barkastokki og at vit ofta vóru á Skála, táið skip við ferð vórðu slept oman av lunnum úr Byggihøllini. Stórir dagar. Hátíðardagar. Var sjálvur staddur nær skipasmiðjuni í Havn, táið frystilínuskipið Váðasteinur var doypt og fór úr barkastokki.

 

 

 

Legendan Jóhan Simonsen, skyldmaður okkara úr Hoyvík, Jóhan í Hoyvík vanliga nevndur, átti skipið, men hann hevði havt eitt strik og lá á Hospitalinum. So stór hending var hetta kortini fyri hann, so sára sjálvsagt, at hann rýmdi av sjúkrahúsinum, og brádliga stóð hann har á bedingini, táið stálið smildraði sjampanjufløskuna og guvan stóð frá henni. Hann var tá 73 ára gamal og sigldi sum skipari við Váðasteini í mong ár eftir hetta. Tað var hann sum helt fyri við manningina, tá var hann farin væl av 80 árum, teir vóru tá fyri tað nógva á hemaraveiði við Labrador og við Ný Funnalands strendur, at ikki skuldi tað loysa seg, at bróta túrin av, um hann doyði. Av elli. Hóskiliga kundu teir stúva hann av í frystilastini, og lata hann liggja har, til teir einaferð vóru heima aftur við fullari last.

 

 

 

Ein onnur broyting í okkara tíð er, at hendan dagin Jóhan kom á gátt hjá Poul Mohr við einari skitsu av Váðasteini, sum hann sjálvur hevði teknað, helt stjórin fyri við hann, at handan tíðin var farin. Nú máttu tøkni- og fíggjarligir ráðgevar, meklarar og advokatar upp í part - skuldi eitt skip smíðast. Táið Jóhan so helt fyri, at so mátti hann fáa onkran annan at smíða sær skipið, toygdi Poul seg, og lat sær siga. Teir báðir tóku í hondina á hvørjum øðrum í vissuni um, at eitt orð er eitt orð og at ein maður er ein maður. Og tað gekk eisini – báðir partar vóru nøgdir.

 

 

 

Í einum brævi, sum William Heinesen skrivar til Jørgen-Frantz Jacobsen fyri 90 árum síðan, umrøður hann tað monstrøsa brævið “Koh-i-Noor”, og rør líkasum framundir, at vinmaðurin átti at fari undir at skrivað eina skaldsøgu. Og hann eggjar honum við orðunum: “Der er undertiden en lidt fattig ærlighed i dit blik, men på den anden side også glibriansk lune og Jacobsensk fabuleringsglæde. Kunne du ikke tænke dig at skrive en roman om glibrianernes færden?”

 

 

 

Ivaleyst kundi ein skaldsøga verið skrivað um alt tað virksemi og alt tað lív, sum hevur verið um hesi svæði. Eldhugi og hugflog renna undan gáttini á bóndagarðinum eftir at útlendski einahandilin er tikin av - og nýggja frælsi er trygdin fyri handli, skipavinnu og fiskavirking. Landið er lítið, men havið er stórt, og har er nógmikið av rásarúmi og tilfeingi at framleiða burturúr til eitt importerað javnvirði yvir tíð - fyri at hitt kompleksa vælferðarsamfelagið kann standa uppi av sær sjálvum.

 

 

 

Eru vit farin at hugsa tann tankan, at vælferðin stendur uppi av sær sjálvari, - tá er vandi á ferð. Líta vit kring um okkum í heiminum, síggja vit, at tey ríkastu londini ofta eru tey, har ið fólkið livir undir ússaligastu korum. Lond kunnu standa til at bresta av tilfeingi, av ymsum sortum, meðan tey sum eiga landið liva í djúpastu armóð. Nógv dømi eru um tað, og trupulleikin er fyri tað nógva politisk ómegd og ditto vanstýring.

 

 

 

Havi onkuntíð loyvt mær at hildið uppá, at tað eru búskaparkreppurnar, sum fyri tað nógva hava stjórnað Føroyum, og ikki tey valdu, har frammi í rong í útlendsku heimastýrisskipanini. Tilvildin ella onkur ræður, og nú ósjónliga hondin hjá Adami Smith kom upp aftur í kjakið, má sannast, at tær sjónligu hendurnar – í politisku skipanini - hava ikki formátt sær so lítið - í hvussu er aftur til seinra heimsbardaga. Kreditorarnir og danska statsskipanin tóku um endan, táið tað gekk galið. Seinasta ringa dømi er stórkreppan fyri tríati árum síðan. Ósjónliga hondin slapp ikki at ráða fyri borgum, vit subsidieraðu heldur enn umstruktureraðu, og niðurstøðan hjá ný sælendska búskaparfrøðinginum Patrick Caragata var hendan: What was the overall cost of the Great Economic Crisis? Roughly, 13,6 billion kroner. 13,6 milliardir danskar krónur í rentuútreiðslum, veðhaldsútleggum, stuðli til fiskivinnuna, vøkstri í bruttoskuldini og mistari bruttotjóðarúrtøku. Ein búskaparlig tsunami, sum var atvoldin til, at vit mistu ein trivaligan part av fólkinum.

 

 

 

Hóast tað hakaði nakað í, seinast í 00´unum, hava vit síðan fyri tað nógva ferðast á sløttum. Eftir øllum at døma hava politisku strukturarnir eggjað til gróður á flestu vinnuøkjum, nú menn og kvinnur í ramasta álvara rópa okkum uppá at vera millum ríkastu lond í heimi.

 

 

 

Gróður hevur av sonnum verið kring um hesa bastiónina á Bakka, sum vinnuliga hevur træðrir og eina treysta mentan langt aftur í tíðina. Nógv er roynt um hesi svæði, og líka so klassiskt sum aðrar staðir eydnaðist sumt – annað ikki, soleiðis er tað nú einaferð, har ið livandi menniskju ferðast, og vit kunnu bara ásanna, at váðar tú onki - vinnur tú heldur onki. Føroysk vinnumentan hevur í stóran mun fylgt gongdini í streymtalvuni hjá Fischeri Heinesen, men nú tykist bjálkin í meritokratinum tó so høgur, at skjálvtarnir fækkast. Viðurskiftini eru vorðin stabilari, - vildi onkur sagt.

 

 

 

Nú hevur vaktarskifti aftur verið úti við radiatorarnar í Tinganesi. Og leiðin fram at heimastýrisvaldinum tykist nú vera, at lova gull og grønar skógir úr eksternum kassum. Úr vinnu- og kommunukassum. Ongin tosar um at reformera landsskipanina, at bøta um, fyri at umsitingin í vavi kann standa hóskiliga í mun til tørvin, heldur tvørturímóti, nú størsti trupulleikin er at hýsa nýggjum ráðum og eini vaksandi fyrisiting. Í sjónleikinum “Meðan vit bíða eftir Godot”, hjá Samuel Becketts, standa tvey landastrok, gjøgnum allan leikin, í oyðuni og bíða eftir onkrum. Í løtuni bíða vinnan og kommunurnar eftir Godot, eftir hvat ið sjónliga hondin fer at fyritaka sær, til tess at fáa sínar kabalir at hanga saman í mun til mangan ábyrgdarleysu lyftini í valstríðnum. Nú Bakkafossur er komin higar, um Nørvasund - úr farvatninum, sum einaferð var leikpallur undir fleiri av stóru søgunum í gamla Hellas, kom mær til hugs sjáldsomu hendingina, táið Odysseus lumpaði Polyphemos í hellinum. Kempuna – kyklopin. Vónandi verður tað ikki neyðugt at hava eygu í nakkanum tey næstu árini, fyri at varðveita ein ávísan stabilitet í grundtreytunum hjá vinnu og kommunum. Sjálvandi skulu vit øll standa undir vælferðarsamfelagnum, hvør í sínum lagi, men av óráðum, og ov lítlum politiskum skynsemi, kunnu lið koma á garðin, sum ger, at hann kann rapa.

 

 

 

Regin og hansara fólk rista kortini ikki á hondunum. So títt sum hesi førini eru, hava vit nú vant okkum til at taka ímóti skipum teirra her á Bakkabryggjuni, sum er víðkað og klár at taka ímóti nýggjasta farinum hjá Bakkafrosti og í flotanum – Bakkafossi.

 

 

 

Tey flestu halda helst, viðhvørt av góðum grundum, at kommunan ikki ríður sama dag sum hon saðlar. Í hesum førinum lógu vit kortini ikki sjóvarfallið av okkum. So skjótt sum vit hoyrdu um hendan nýbygningin, settu vit pening av á fíggjarætlanini til nýggja bryggju, og lyntu undir eina neyvætling hesum viðvíkjandi. Landsbyggifelagið teknaði, og byggifelagið J & K Petersen hevði lægsta boðið og teir fingu arbeiðið. Andras Ortind teknaði og hevur havt eftirlitið við byggingini og Sigtór A. Petersen, stjóri, hevur umboðað byggifelagið. Teimum takki eg fyri framt verk. Fyri kommununa hava býarverkfrøðingurin Marita Súsanna Hentze og Allan Norðgerð fyri tað mesta tikið sær av málinum, meðan borgarstjórin við ongum tøkniligum forstandi, hevur akað nógv í økinum fyri at fylgja menningarslóðini. Nú varð bryggjan liðug – væl fyri at m.a. Bakkafossur fekk brúk fyri henni.

 

 

 

Tað eru, sum áður sagt, nógvir kordelar ið skulu sampakka, fyri at vælferðarsamfelagið, ið skal hýsa øllum og syrgja fyri, at ongin smýgur sær niður ígjøgnum meskarnar, skal standa uppi av sær sjálvum. Ein vitalur kordelur er vinnuliga engagementið. Læran av kreppuni í 92 er, at rennur vinnan seg fasta, fær tað vanlukkuligar avleiðingar fyri so nógv annað. Tað ber væl til at “klippa hvørjum øðrum”, men soleiðis sum vit liggja mitt í havinum, við lítlari eginframleiðslu til egna nýtslu, er framleiðslan undir útflutninginum avgerandi fyri, hvussu nógv vit fáa flutt inn yvir longri tíðarmál, - ein balansi av nógvum, sum vit mega fyrihalda okkum til á leiðini fram. Bakkafrost er ein titanisk fyritøka eftir okkara viðurskiftum, og ein rættiliga stór fyritøka í sínum segmenti á heimspallinum. Vit fegnast um gongdina higartil, og ynskja eigarum, nevnd, stjóra og arbeiðsfólki blíðan byr frameftir. Í dag varpa vit  gummuni, og skipara og manning á Bakkafossi, eina serliga kvøðu við góðum ynskjum um siglingina og hagreiðingina í ókomnum døgum.

 

 

 

Rasmus var langabbi Regin, og í einum brævi til William Heinesen í 1929 skrivar Jørgen-Frantz Jacobsen soleiðis: “Selv i Rasmus på Glibres bukolisk vegeternerende organisme eller i et egetræs fibre kan der vel være et vildt postyr af saft og kraft, blodlegemer eller desorienterede celler, en voldsom og brydsom trafik, en ubegribelig og mystisk livets proces. Alt er relativt, det kommer an på, hvordan man ser det”...........og hann heldur fram.........:”Vil man sætte sig på halen og hyle som en hund i måneskin, da kan man sikkert også finde en hypnotiserende måne at hyle ad. Men vil man finde lidt mening, måske lidt logik i livet, så kan vel også dette med lidt god vilje opspores, selv om det måske ikke altid passer i ens kram. Det gør man nu som man vil. Eller rettere, det gør man nu som man har temperament, natur til. Ens natur er jo i virkeligheden det eneste givne. Livet retter sig derefter.”

 

 

 

Takk fyri at tit ikki settu tykkum á afturpartin at ýla sum hundar í hypnotiserandi mánalýsi, - við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við nýggja farinum – Bakkafossi – við ynskinum um Guðs ríku signing yvir verkinum higani og frameftir.

 

 

 

Takk fyri høvið.