Rólant er farin

- Í dag læt Rólant eyguni aftur fyri seinastu ferð. Ein góður maður, pápi, verpápi, abbi og beiggi legði í dag árarnar inn eftir stutta sjúkralegu.

 

Soleiðis skrivar Karl Vidtfeldt á sínum Facebook-vanga í kvøld. 

- Hann var kendur runt alt landið fyri sítt hjálpsemi, arbeiðssemi og síni góðu orð. Eingin uppgáva var ov lítil - og eingin ov stór. 

Karl Vidtfeldt, sum er beiggi Rólant, leggur aftrat, at Rólant var troyttur og er nú sloppin heim til ein betri stað. 

- Friður verið við minninum um Rólant Vidtfeldt, beiggja mín, leggur Karl Vidtfeldt aftrat.

Vit kunnu leggja aftrat, at tað ofta hevur verið havt á munni í Sandoynni, at hevur tú ikki verið á gátt í handlinum hjá Rólanti Vidtfeldt, so hevur tú ikki verið í Sandoynni. 

Handilin selur næstan alt - uttan matvørur. Tú kanst spyrja eftir tí mesta, og spurdi tú eftir onkrum, sum ikki var í handlinum, hevði Rólant ofta vøruna dagin eftir. 

Fyritøkan hjá honum og konuni, Svanhild, hevur skjótt eina hálva øld á baki, og er tað nakar, sum hevur runnið fyri síni viðskiftafólk – ja, so var tað Rólant Vidtfeldt.  

Í nógv ár ferðaðist hann dagliga um Skopunarfjørð í øllum veðri fyri at veita sínum viðskiftafólkum bestu tænastu. 

Stutt eftir, at Rólant Vidtfeldt varð útlærdur sum rørsmiðjur, fór hann undir egna hvs-fyritøku. 

Hann hevði bygt sær hús á Áarbøi 2 á Sandi og fá ár eftir, at hann fór undir fyritøkuna, læt hann eisini handil upp við ymiskum innan hvs.

Honum dámdi væl at fáast við hetta, og hann var ongantíð í iva um - hóast blaðungur - at hann skuldi hava sína egnu fyritøku. 

Rólant og konan, Svanhild, sum er ættað úr Klaksvík, giftust í 1975, og tað vóru tey bæði, sum saman fóru í holt við hvs-fyritøkuna. 

Øll árini vóru tey saman um hetta virksemið. Svanhild fekst við bókhald og var eisini í handlinum. 

Í nøkur ár helt fyritøkan til í kjallaranum á Áarbøi 2, men flutti síðan í Tvørgøtu 1 á Sandi. Her leigaðu tey seg inn í kjallaran tey fyrstu nógvu árini, til tey seinni keyptu húsini. 

Rólant Vidtfeldt var takksamur fyri ta undirtøku, sum familjufyritøkan altíð hevur havt í oynni, og hann var takksamur fyri tey starvsfólk, hann hevði aftrat sær.

Rólant og Svanhild eiga trý børn, Jóhan, Annika og Onnu Elisabeth, og tey eiga eisini ommu-og abbabørn. Rólant Vidtfeldt var 69 ár, nú hann andaðist.