Royal Greenland: Grundløn hjá stjóra er 5,1 milliónir

Meðan almenna grønlendska fiskivinnufyritøkan í fjør hevði eitt hall á 211 milliónir krónur, var grundlønin hjá nýggja stjóranum, Susanne Arfelt Rajamand, í sama ári 5,1 milliónir krónur

 

Sermitsiaq veit at siga, at stjórin í Royal Greenland, Susanne Arfelt Rajamand, sum hevur sitið stívliga eitt ár í starvinum, hevði eina grundløn í fjør á 5,1 milliónir krónur. 

 

Lønin hjá stjóranum telist samstundis millum tær størstu stjóralønirnar í alheims fiskiídnaðinum. Hetta vísir sambært Sermitsiaq ein uppgerð, sum miðilin IntraFish hevur gjørt.

 

Lagt verður aftrat, at grundlønin hjá stjóranum í Royal Greenland í fjør lá á einum øðrum plássi millum hægstløntu leiðarar í heimsins fiskiídnaði.

 

Men, tað er ikki bara stjóralønin í Royal Greenland, sum er stór. Í leiðsluni og umsitngini eru fleiri stórar lønir, sum kosta almennu fyritøkuni nógvar milliónir tilsamans.

 

Árið 2023 gjørdist eitt avbjóðandi ár innan altjóða fiskiídnaðin.

 

- Ídnaðurin var trýstur av veksandi framleiðslukostnaði, samstundis sum fólk, sum skulu keypa fiskavørurnar, vórðu rakt av inflatión og hægri livikostnaði.

Hóast Royal Greenland hevði eitt dundrandi hall í fjør á 211 milliónir krónur, smæddust leiðararnir í fyritøkuni eftir øllum at døma ikki við sínar lukrativu lønir. 

 

Tá roknskapurin hjá Royal Greenland fyri 2023 varð almannakunngjørdur við hesum velduga stóra halli, var grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, alt annað enn nøgdur.

 

Misnøgdin var serliga stór við, at ein partur av stóra hallinum, sum fyritøkan hevur, stavar frá aktivitetum hjá Royal Greenland í Suðuramerika. 

 

Landsstýrisformaðurin hevur fleiri ferðir sagt, at útgangsstøðið hjá Royal Greenland skal vera Grønland og rávørur úr Grønlandi við størst møguligari virðisskapan.

 

Múte B. Egede segði seg vænta, at núverandi leiðsla í Royal Greenland tekur stig, sum kunnu bøta um viðurskiftini við serligum fokusi á Grønland og Norðuratlantshavið.

 

Sermitsiaq veit at siga, at leiðslan í Royal Greenland síðan á nýggjárinum hevur arbeitt við at minka um útreiðslurnar og effektivisera raksturin, soleiðis at felagið aftur kann hava avlop á botnlinjuni.