Roykur kom úr eini oljufýr

Tað var ikki tann stóri skaðin, tá sløkkiliðið í Havn í gjárkvøldið var boðsent niðan á Ternurygg

Klokkan 19.23 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum húsum í kolinihavanum uppi við Ternurygg í Havn, nakað omanfyri Óluvugøtu.

Sløkkiliðið fór á staðið, men talan var ikki um eld, men um at nógvur roykur kom frá eini oljufýr.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan tí ikki var um eitt mál fyri løgregluna.

##med2##

##med3##