Myndin skal vísa eina rakett, sum spreingist yvir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Býurin hevur verið fyri umfatandi russiskum rakettálopum í nátt, og nøkur fólk eru løstað í álopunum.

Russar framdu umfatandi álop á Kyiv í nátt

- Álopið var óvanliga konsentrerað við stórum tali av rakettum upp á styttst møguligu tíð, sigur hernaðarumsitingin í Kyiv.

Myndin skal vísa eina rakett, sum spreingist yvir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Býurin hevur verið fyri umfatandi russiskum rakettálopum í nátt, og nøkur fólk eru løstað í álopunum.

Russland hevur í nátt framt umfatandi álop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og sagt verður, at lopið er á við dronum, kryssararakettum og møguliga ballistiskum rakettum.

 

Ávaringarlúðrar ljóðaðu í nátt um stóran part av Ukraina, og í Kyiv vórðu loftverjuskipanir aktiveraðar fyri at berja niður russiska álopið.

 

- Umfatandi álop á Kyiv, skrivar ávísin, Ukrainska Pravda, sum leggur aftrat, at ukrainska verjan virkar.

 

Leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kyiv, Serhij Popko, skrivar soleiðis á Telegram í morgun:

 

- Álopið var óvanliga konsentrerað við stórum tali av rakettum upp á styttst møguligu tíð.

 

Serhij Popko sigur, at flestu russisku rakettir í loftrúminum yvir Kyiv vórðu oyðilagdar.

 

##med2##

 

Fyrr í nátt segði hernaðarumsitingin í Kyiv, at vrakleivdir frá niðurskotnum rakettum duttu niður yvir fýra býarpartar í høvuðsstaðnum.

 

Kyiv Independent veit at siga, at fólk í býnum hoyrdu í minsta lagi fýra spreingingar.

 

Borgarstjórin, Vitaly Klitsjko, sigur, at partar av rakettunum endaðu í djóragarðinum í Kyiv, og trý fólk fingu løstir í Solomianskyi-býarpartinum.

 

Tíðindamaðurin hjá Financial Times, Christopher Miller, sigur, at fleiri spreingingar vóru, sum fingu bygningar í Kyiv at ristast.

 

 

 

Myndin skal vísa eina rakett, sum spreingist yvir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Býurin hevur verið fyri umfatandi russiskum rakettálopum í nátt, og nøkur fólk eru løstað í álopunum.

Sagt verður, at eldur kom í fleiri avfør í Kyiv í nátt.