Russisk flogfør detta sundur

Vantandi eykalutir og viðlíkahald elvir til stórar trupulleikar í russiskari flogferðslu.

 

Hóast álvarsligar hendingar, halda russisku flogfeløgini fram við at flúgva, bæði innanlands og millum lond.

Russisk flogfør líða undir álvarsligum tekniskum trupulleikum, tí Russlandi vantar eykalutir úr vesturheiminum. Kríggið í Ukraina og revsitiltøkini móti Russlandi hava elvt til, at nógvir spurningar vera settir til tryggleikan í russiskari flúgving.

 

Ætlanin við revsititøkunum var, at fogførini skuldu setast, tá eykalutir vantaðu, men sambært norska Dagbladet flúgva flogførini kortini dagliga. Hetta hevur sín prís, tí talið av vanlukkum í russisku flogferðsluni er økt við næstan einum fjórðingi.

 

Hetta framgongur av einari kanning, sum óhefti russiski miðilin, Projekt, hevur gjørt. Sagt verður, at fleiri álvarsligar hendingar og vanlukkur hava verið við russiskum flogførum seinasta árið orsakað av vantandi viðlíkahaldi.

 

Hóast fleiri álvarsligar hendingar, halda russisku flogfeløgini kortini fram við at flúgva, bæði innanlands og millum lond.

 

- Tríggir fjórðingar av russiska flogflotanum er bygdur av vestligum framleiðarum og krevur regluligt viðlíkahald og eykalutir, veit norska Dagbladet at siga.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hóast álvarsligar hendingar, halda russisku flogfeløgini fram við at flúgva, bæði innanlands og millum lond.

Soleiðis skrivar norska Dagbladet í dag um russiska flogferðslu.