Russland oyðilagd 17 ukrainskar dronur

Hetta sigur russiska verjumálaráðið á Telegram í dag.

Russiska loftverjan hevur í nátt oyðilagt 17 ukrainskar dronur í russiskum loftrúmi.

 

Tað veit russiska verjumálaraðið at siga í dag.

 

- Níggju av dronunum vórðu oyðilagdar í Brjansk, tríggjar í Kursk, tvær yvir Belgorod og tríggjar yvir Kaluga-regiónini.

 

Sambært tíðindastovuni NTB skrivar russiska verjumálaráðið hetta á boðtænastuni, Telegram.