Russland: Ukraina heldur fram við álopum á Belgorod

Talan er um sjálvbodnar russar, sum í hálvhernaðarligum felagsskapum leypa á í Belgorod-regiónini í Russlandi.

Hálvhernaðarligir bólkar av sjálvbodnum russum leypa á marknaðaregiónina, Belgorod í Russlandi.

- Seinastu 24 tímarnar hevur Ukraina skotið fleiri rakettir móti russisku marknaðarregiónini, Belgorod.

 

Tað sigur russiski guvernørurin í økinum, Vjatsjeslav Gladkov.

 

Hann vísir á, at seinasta samdøgrið er regiónin fleiri ferðir álopin úr Ukraina við dronum, granatum og øðrum vápnum.

 

- Býurin, Kozinka, er raktur í minsta lagi 130 ferðir, sigur guvernørurin.

 

Vjatsjeslav Gladkov sigur tó einki um, hvørt nakar í regiónini hevur latið lív ella er særdur í álopunum.

 

Sambært guvernørinum hava herviligastu álopini verið í Graivoron-økinum, har russiski herurin fyrr í vikuni bardi álopini niður.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at talan er um sjálvbodnar russar, sum í hálvhernaðarligum felagsskapum leypa á í Belgorod-regiónini.

 

Býurin Belgorod, har 330.000 fólk búgva, er seinasta samdøgnið sambært Vjatsjeslav Gladkov álopin 14 ferðir.

 

Hálvhernaðarligir bólkar av sjálvbodnum russum leypa á marknaðaregiónina, Belgorod í Russlandi.