Sinnisbati hevur í fleiri ár víst á, at tørvur er á eini sálarligari skaðastovu.
Ein persónur í neyð skal ikki fyrst seta seg í samband við kommunulæknan fyri at fáa hjálp.
Tað sigur seg sjálvt, at er ein persónur í neyð, skal viðkomandi hjálpast alt fyri eitt. Talan kann t.d. vera um:
- Hjálp í sambandi við sjálvmorðstankar.
- Hjálp, um sálarlig sjúka brádliga versnar.
- Hjálp í sambandi við brádliga íkomna sálarliga sjúku.
Sálarlig skaðastova skal tí setast á stovn í 2023.
Vel Símun J. Hansen 8. desember.