Sára Maria var við til at skriva danska róðrarsøgu

OL: Føroyska Sára Maria var fyri lítlari løtu síðani við, tá ið danskur bátur mannaður við átta kvinnum fyri fyrstu ferð luttók í OL rógving

Fyri aðru ferð undir olympisku leikunum í París hevur ein føroyskur røðari í morgun luttikið í kappróðrinum.

 

Tað var Sára Maria Johansen av Tvøroyri, sum saman við sjey øðrum og stýrimanni mannaði danska bátin. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Danmark hevur bát við í hesi kappingini. Tað kom eitt sindur óvæntað á, at Danmark kvalifiseraði seg at vera við í hesi kappingini.

 

Sária Maria og tær kappaðust ímóti Australia, sum vann OL kappingina fyri trimum árum síðani, Stórabretlandi og Kanada, sum allar eru stinnar róðrartjóðir.

 

Í donsku olympisku leguni høvdu tey ikki roknað við, at Danmark fór at vinna seg beinleiðis víðari í kappingini, og soleiðis tørnaði tað eisini út. Óvæntað var tað, at tað var Stórabretland, sum vann henda riðilin frammanfyri Australia.

 

Danski báturin var beinanvegin aftanfyri hinar tríggjar, og á málinum vóru tað 23 sekund frá vinnarabátinum og aftur til danska bátin, og tað vóru 18 sekund frá kanadiska bátinum og aftur til danska bátin.

 

Hósdagin fáa Sára Maria og tær nýggjan møguleika, tá ið bátar, sum ikki vunnu seg beinleiðis víðari, aftur fara at kappast um pláss í næsta umfari. 

 

##med2##