Sáttmáli undirskrivaður – verkfallið er av

Óluvá í Gong og Ruth Vang hava skrivað undir nýggjan sáttmála

 

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum hevur verið nú í meira enn seks vikur, er nú av. Tí fyri løtu síðani skrivðu Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Óluvá í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar undir nýggja semju í Losjuni á Tinghúsvegnum í Havn har Semingsstovnurin heldur til, skrivar Kringvarpið.

 

Sum skilst er talan um ein trý ára sáttmála. Við Kringvarpið vil Terji Sigurðsson, semingsmaður, tó ikki koma nærri inn á tey nágreiniligu tølini í sáttmálanum. Tað heldur hann, at partarnir sjálvir mugu koma út við.

 

 

 

– Hetta hava verið drúgvar, truplar og strævnar samráðingar, sigur Terje Sigurðssonm sum tó fegnast í kvøld, nú tað umsíðir eydnaðist at fáa partarnar at møtast. – Nú var tíðin búgvin, snøgt sagt, sigur hann við Kringvarpið.