Leiðarin í loynitænastuni, Kimberly Cheatle, viðgongur, at hon og trygdartænastan gjørdu feilir, tá forsetavalevnið Donald Trump varð raktur av skotum áeinum veljarafundi.
Soleiðis ljóðar tað í hoyring í kongressini í dag, skrivar Reuters.
Drápsroyndin móti Trump hendi á einum veljarafundi í Pennsylvania, har Trump var í ferð við at halda røðu, tá hann varð raktur av kúlu í høgra oyra.
Hann fekk ikki álvarsligan skaða.
- Vit gjørdu mistøk. Sum stjóri í amerikansku loynitænastuni taki eg fulla ábyrgd av øllum trygdarbrotum, sigur Cheatle.
- Drápsroyndin móti fyrrverandi forsetanum Donald Trump 13. juli er tað størsta operationella fiaskoin nakrantí hjá Secret Service í áratíggju, stendur víðari.
Loynitænastan hevði sníkiskjúttar til staðar á takinum á øðrum bygningum, men eingin var til staðar á takinum á bygninginum, sum skot vórðu latin úr.
/ritzau/