Semja um makrelbýti – Føroyar fáa 12 prosent

Semja gjørd millum Føroyar, Bretland og Noreg um at býta makrel

 

Føroyar, Bretland og Noreg hava í dag undirritað semju um at býta makrel.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður, góðkendi semjuna eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

 

Sambært semjuni verður føroyski luturin 12% av mest loyvdu veiðu. Harumframt fáa Føroyar rætt  at veiða 35% av sínum luti í bretskum sjógvi og 40% av sínum luti í norskum sjógvi.

Í mun til makrelsemjuna frá 2014, so er talan um eina minking í føroyska lutinum frá 12,6% til 12,0% av mest loyvdu veiðu. Viðvíkjandi atgongd er hinvegin talan um eina øking í rættinum at veiða í bretskum og norskum sjógvi. Atgongdin til at veiða í bretskum sjógvi økist úr 30% upp í 35%, og í norskum sjógvi úr 35% upp í 40%. 

Hóast føroyski luturin av mest loyvdu veiðuni minkar, so hevur makrelsemjan, orsakað av øktari atgongd, á leið sama virði sum makrelsemjan frá 2014. 

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at atgongdin til at fiska makrel serliga í bretskum sjógvi, men eisini í norskum sjógvi, hevur stóran týdning fyri makrelfiskiskapin hjá føroysku skipunum. Skipini kunnu nú fiska ein munandi part av makrelinum, tá hann er bestur til matna, og hevur hetta stóra ávirkan á prísin, umframt at hetta skapar økt virksemi á føroysku uppsjóvarvirkjunum. Afturat hesum ger atgongdin, at vinnan kann leggja sítt virksemi skynsamari til rættis ígjøgnum árið.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at tað er eitt stórt framstig, at tað nú, aftan á drúgvar samráðingar, er eydnast Føroyum, Bretlandi og Noregi at gera semju um makrelstovnin. Semjan hevur stóran týdning, ikki einans fyri at varðveita makrelstovnin, men eisini fyri at framtíðartryggja føroyskan fiskiskap eftir makreli. 

– At tað nú er eydnast hesum trimum londum at gera eina semju, birtir vón um, at tað við tíðini fer at eydnast at fáa hini strandarlondini, ES, Ísland og Grønland, við í eina semju, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. 

 

Semjan kann heintast her.