Russar sendu dronur og rakettir móti Ukraina í nátt

Hernaðarliga leiðslan í Ukraina ávaraði í nátt um álop við hypersoniskum rakettum av slagnum, Kinzjal, og ukrainskar loftverjustøðir í fleiri regiónum vóru til reiðar.

Aftur í nátt ljóðaðu ávaringarlúðrar kring um alt Ukraina, men sambært ukrainskum myndugleikum raktu russar ikki síni ætlaðu mál.

 

Í morgun boðaðu ukrainsku myndugleikarnir frá, at teirra loftverjustøðir hava skotið niður 19 dronur og kryssararakettir av tilsamans 28, sum russar sendu eftir málum í Ukraina. 

 

- Tríggjar kryssararakettir, sum vórðu sendar upp úr Svartahavinum og 16 dronur, vórðu skotnar niður, sigur talsmaðurin hjá ukrainsku loftverjuni, Yuriy Ihnat, við ukrainskt sjónvarp.

 

Hann leggur aftrat, at russar raktu ikki øll síni mál, og sagt verður, at hvørki undirstøðukervið, ei heldur hernaðarstøðir í Ukraina, vórðu rakt í álopunum í nátt.

 

Hernaðarliga leiðslan í Ukraina ávaraði í nátt um álop við hypersoniskum rakettum av slagnum, Kinzjal, og ukrainskar loftverjustøðir í fleiri regiónum vóru til reiðar.

 

Tíðliga í nátt vóru fráboðanir um spreingingar í fleiri ukrainskum býum.

 

Í seinastuni hevur Russland hert álopini við rakettum og dronum, og í Kyiv halda myndugleikarnir, at álopini eru vorðin fleiri, samstundis sum Russland stúrir fyri ukrainskum mótálopum.

 

Á hermótinum í ukrainska býnum, Bakhmut, eru framvegis harðir bardagar, men her siga ukrainskir myndugleikar, at teir megna at berja niður russisku álopini í økjunum kring býin.

 

- Russisku herdeildirnar hava styrkt sína støðu inni í sjálvum býnum, men teir hava ikki eftirlitið við býnum, tí her eru framvegis harðir bardagar.

 

Tað sigur ukrainski varaverjumálaráðharrin, Hanna Maliar, í einari viðmerking í ukrainskum sjónvarpi í morgun, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur.