Seta spakan í til nýggja kirkju á Argjum 5. mars

Elsa Berg er vælkomin at tosa við formannin í kirkjuráðnum á Argjum. Men sáttmáli um bygging er undirskrivaður

– Vit hava undirskrivað sáttmála um bygging av nýggju kirkjuni á Argjum, so tað er í so seint at koma at tosa við okkum nú. 

Tað sigur Rúni Hentze, formaður í kirkjuráðnum á Argjum, nú nýggi borgarstjórin í Havn ætlar at tosa við kirkjuráðið og áhugabólkin um varðveitslu av fríøkinum við Sanda um møguleikan at flyta kirkjuna á annað stað.

– Vil hon práta við meg, so práti eg fegin við hana. Hon skal vera hjartaliga vælkomin, sigur Rúni Hentze, tá vit spyrja hann, hvat hann fer at siga til tað, sum nýggi borgarstjórin ætlar.

Hann heldur, at tey er í so sein á sjóvarfallinum, tí alt er klárt til at fara undir byggingini, og nú eru tað bara nakrar vikur, til byggifelagið Kanjon fer at seta spakan í 5. mars.

5. mars verður spakin settur í, og byggitíðin er tvey ár.

Kirkjan kostar 61,2 milliónir krónur at byggja.

Rúni Hentze sigur, at tað komu fýra boð inn. Kanjon hevði tað lægsta upp á 61,2 milliónir krónur. Hægsta tilboðið lá um 75 milliónir krónur, sigur hann.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##