SÍ er føroyameistari í stórum stíli

Føroya Tele-deildin, kvinnur

Seinna FM-finalan:

SÍ – Fleyr 3-0 (25-15, 25-18, 25-19)

 

Tað tók einans fimm korter hjá SÍ at tryggja sær føroyameistaraheitið í tryggum 3-0 sigri á Fleyr í seinnu FM-finaluni, sum varð spæld í høllini á Hálsi í dag.


Spenningur var var ongantíð í dystinum; til tað var ov stórur munur á liðunum.


Fleyr fylgdi so dánt við til 12-15 í fyrsta setti, men so so fór SÍ í einum háli upp á upp 21-12, áðrenn Svetlana Shvanskaya gjørdi tað til 25-15 við fínum slagi, sum Fleyr ikki megnaði at taka ímóti. 

 

Í øðrum setti sá eina løtu út til, at vit fóru at fáa ein veruligan dyst, tá ið Fleyr legði seg á odda 10-8 og fylgdi við til 15-15. Men tá tað veruliga galt, so var SÍ skarpari, og fór aftur í einum frá 19-18 til 25-18. Seinasta bóltin langaði veteranurin Vivian Ole-Jacobsen í gólvið, eftir at  SÍ hevði fingið eitt smassj frá frá Iuliu Kuvshinova uppaftur.


Í triðja setti sá dysturin út til at vera avgjørdur, tá SÍ var á odda 6-0, men Fleyr minkaði um munin til 8-6. Vónin hjá fleyr var tó stokkut, tí lítla løtu seinni var 13-6 til SÍ, og tá vendist ikki aftur. Fleyr pyntaði nakað um úrslitið við at bjarga fýra dystarbóltum, men tann fimta vann Soffía Weihe Simonsen við diagonalum smassji, og so vóru kvinnurnar í SÍ føroyameistarar á fimta seinni, eftir at hava vunnið fyrsta føroyameistaraheitið í 2008.


Og soleiðis endaði ævintýrið hjá serbiska venjaranum Rajko Petrovic lukkuligt við einum føroyameistaraheiti í síðstu finalu hansara, sum var nummar 202 í røðini. Rajko hevði nevniliga boðað frá, at hetta var hansara síðsti dystur sum venjari.


Hjá SÍ var Svetlana Shvanskaya vald til dagsins leikara, og hjá Fleyr fekk Óluva Mohr henda heiður.