SÍ í FM-finaluni eftir 3-0 sigur á Mjølni í toppdystinum

Polestar-deildin: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-20, 25-21, 28-26)

Fyrstaplássið í Polestar-deildini stóð upp á spæl millum SÍ og Mjølnir í toppdystinum í Sørvági í dag, og tað eigur SÍ framvegis eftir tryggan 3-0 sigur, sum eisini merkir, at SÍ hevur vunnið seg í finalurnar um føroyameistaraheitið. Men hóast tap, skal nógv henda, um Mjølnir ikki eisini verður mótstøðulið í finalunum, tí ÍF á triðjaplássinum er átta stig aftanfyri, og hevur spælt ein dyst meira enn Mjølnir.

 

Tó eru ikki allar vónir burtur hjá Mjølni um at taka fyrstaplássið aftur, sum gevur heimadyst í fyrstu og í eini møguligar triðju finalu, tí vinnur Mjølnir restina av teimum írestandi fimm dystunum, so verður Mjølnir nummar eitt. Dystirnir, Mjølnir hevur eftir, eru: Fleyr (h), Ternan (h), Fleyr (ú), SÍ (ú), ÍF (ú).


SÍ gjørdi sær dælt av svikaligu móttøkunum hjá Mjølni í fyrsta setti, og var fyri tað mesta eini tvey til fýra stig frammanfyri, til settið varð vunnið 25-21.


Gongdin var nakað tann sama í øðrum setti, men so javnaði Mjølnir til 21-21, eftir at hava verið aftanfyri 15-19. Gleðin var tó stokkut, tí SÍ vann rest og settið 25-21.


Eitt sindur av spenningi kom í triðja setti, hóast SÍ kortini bara var aftanfyri eina ferð í settinum, tá Mjølnir var á odda 17-16. SÍ spældi seg til tríggjar dystarbóltar við støðuna 24-21, men Mjølnir hóraði tó undan og javnaði til 24-24 eftir fleiri lobbarar frá Phil Freere. Tað rakk tó ikki hjá Mjølni, tí við sætta dystarbóltinum eydnaðist loksins SÍ at vinna 28-26 við blokki frá Tóka í Haraldstovu.

 

 


Ternan – Fleyr 0-3 (20-25, 23-25, 15-25)

Fleyr spælir framvegis fyri bronsuni, og hon kann gerast veruleiki, um Fleyr vinnur trý stig í heimadystinum ímóti ÍF. Hinir tríggir dystirnir teirra millum hava allir verið fimmsettarar; Fleyr hevur vunnið tveir og ÍF ein.


Men haraftrat skal Fleyr vinna sínar pliktsigrar – og tað eru dystirnir ímóti Ternuni - og so er spurningurin bara, um Fleyr og ÍF megna at taka stig frá SÍ og Mjølni.


Hóast samanumtikið greiðan sigur til Fleyr í dag, so var kortini ikki eiðasørt av mótstøðu frá Ternuni, sum javnaði til 13-13 í fyrsta setti, áðrenn Fleyr sleit seg leyst og vann 25-20.


Í øðrum setti fylgdi Ternan væl við alt settið og var eisini frammanfyri 18-17, tá ið Fleyr vann fýra bóltar á rað og legði seg framum 21-18, áðrenn settið varð vunnið 25-23 við fjórða settbóltinum.


Í triðja setti var tó stórur munur, og Fleyr vann lættliga 25-15.


Støðan í Polestar-deildini:

 

 

 

Nr.

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

 
 

12

 
 

22

 
 

30

 
 

2

 
 

Mjølnir

 
 

11

 
 

15

 
 

25

 
 

3

 
 

ÍF

 
 

12

 
 

-3

 
 

17

 
 

4

 
 

Fleyr

 
 

12

 
 

-2

 
 

15

 
 

5

 
 

Ternan

 
 

11

 
 

-32

 
 

0

 

 



-----------

Mynd: SÍ