Bátasigling krevur nógv mannalív í Grønlandi

Hóast leiting, verður nú roknað við, at ein 29 ára gamal maður, sum var á veg úr Qaqortoq til Narsaq, er deyður. Leygardagin doyði eisini ein 43 ára gamal maður, sum var í einari jollu nærindis Qaqortoq.

Hin 29 ára gamli fór úr Qaqortoq við kós móti Narsaq fríggjakvøldið. Nú er báturin funnin mannleysur.

Í morgun visti Sermitsiaq at siga, at leitingin eftir einum 29 ára gomlum manni úr Narsaq er steðgað, og Grønlands Politi roknar tíverri við, at maðurin er deyður.

 

Tað var seinnapartin leygardagin, at ein mamma úr Narsaq setti seg í samband við løgregluna, tí hon stúrdi fyri, hvat kundi vera hent soninum.

 

Hann var farin úr Qaqortoq við kós móti Narsaq fríggjakvøldið, men tá komið varð út á seinnapartin leygardagin, var maðurin ikki komin til Narsaq.

 

Grønlands Politi upplýsti yvirfyri Sermitsiaq í morgun, at báturin, sum maðurin var í, er funnin mannleysur.

 

Fyrrapartin í dag visti Grønlands Politi at siga, at tey í samráð við Arktisk Kommando høvdu tikið avgerð um at steðga leitingini.

 

- Roknað verður við, at hin 29 ára gamli er sjólátin, og tey avvarðandi hava fingið boð um hetta, segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi.

 

Vaktleiðarin nýtti eisini høvi at takka øllum teimum sjálvbodnu, sum hava verið við í leitingini eftir manninum úr Narsaq.

Sambært grønlendska kringvarpinum var ein onnur syrgilig hending eisini í Suðurgrønlandi leygardagin, har ein 43 ára gamal maður læt lív nærindis býnum, Qaqortoq.

 

Hendingin fór fram, tá tveir mans, sum vóru á einari jollu saman, endaðu á blámanum.

 

- Annar maðurin, sum var í jolluni og sum var 65 ára gamal, varð bjargaður, meðan hin 43 ára gamli læt lív, veit KNR at siga í dag.

 

##med2##


 

 

Hin 29 ára gamli fór úr Qaqortoq við kós móti Narsaq fríggjakvøldið. Nú er báturin funnin mannleysur.

Her fæst ein hóming av, hvar í Suðurgrønlandi býirnir, Qaqortoq og Narsaq, liggja