Sigtór: Tað kostaði at leypa á

U19: Gamaní taptu vit allar tríggjar dystirnar, men kortini eri eg errin av okkara gentum

Spælarar, venjarar og toymið rundan um liðið uttan fyri fótbóltsdepilin hjá serbiska fótbóltssambandinum, ið er staðsett í býnum Stara Pazova - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Sigtór Petersen, venjari hjá U19-gentunum, er nøgdur hóast føroyska liðið tapti allar dystirnar. 6-1 fyri Serbia, 7-1 fyri Eysturríki og síðani 4-0 fyri Kekkia. Tað gjørdist tungt hoyggj at draga hjá U19-gentunum, sum farnu dagarnar hava tikið lut í EM-undankapping í Serbia.

 

– Gamaní taptu vit allar tríggjar dystirnar, men kortini eri eg errin av okkara gentum. Tí sjálvt um mótstøðan var sera sterk, so góvu tær ongantíð upp, men stríddust allar dystirnar á tamb. Tað er eisini skotsmálið, ið vit fáa frá okkara mótstøðulondum, og tað kunnu vit taka við okkum frá hesari kappingini. Men samstundis mugu vit ásanna, at tá vit ikki geva okkum hundrað prosent, tá er ov lætt at skora ímóti okkum, sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping, sum hevur verið í Stara Pazova í Serbia.

 

Í vár megnaðu U19 genturnar at vinna seg úr deild B, og upp í deild A, og tí kom tað ikki óvart á, at mótstøðan hesaferð fór at verða munandi sterkari. Og soleiðis varð eisini. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 6-1 fyri Serbia. Føroyska málið gjørdi Brá Zakariasardóttir. Síðani taptu vit 7-1 fyri Eysturríki, meðan triði dysturin endaði 4-0 til Kekkia. Málið móti Eysturríki skoraði Sólja Ernstdóttir.

 

– Sjálvt um vit hesaferð skuldu spæla í deild A, so royndu vit at spæla álopsfótbólt. Ikki óvæntað kostaði tað eitt sindur í verjupartinum, men vit megna at skora tvey mál, og sæð í ljósinum av sterku mótstøðuni, so eru vit hampuliga væl nøgd við hesa kappingina, sigur Sigtór Petersen.

 

Spælarar, venjarar og toymið rundan um liðið uttan fyri fótbóltsdepilin hjá serbiska fótbóltssambandinum, ið er staðsett í býnum Stara Pazova - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir