Sílið hevur FM á stokkinum

Kappróður 5-mannafør gentur 14 – 16 ár: FM heitið í heimasjógvi á ólavsøku verður avgreiðsluspurningur

Genturnar á Sílinum hava ikki tryggjað sær FM heitið, men tað er bara avgreiðsluspurningur. Sílið vann fyri sættu ferð í summar og hevur harvið fult stigatal. Sílið er sjey stig undan Ørnini úr Sandavági, sum hevur verið næstfremst í øllum róðrunum, og sum aftur í dag var næstfremst.

 

Tað vil siga, at Sílið verður meistari, um tað á ólavsøku verður sett eitt stig inn á teirra kontu. Men soleiðis sum tær á Sílinum hava avrikað í summar, og soleiðis sum tær avrikaðu í dag, so man eingin ivi vera um, at tær eisini ætla sær at vinna á ólavsøku, tá ið fer at verða kappast á teininum, sum tær dagliga venja í.

 

Tað var tað mesta av tveimum bátslongdum millum teir báðar fremstu bátarnar, og tað vóru fleiri enn tríggjar bátslongdir aftur til Heyk, sum var nummar trý í dag, og sum er á fimta plássi í FM kappingini.

 

Undan vestanstevnu var Drekin á triðja plássi í FM kappingini. Í dag var Drekin ikki við í kappróðrinum í Sandavági. Sambært upplýsingum í Kringvarpinum er orsøkin tann, at genturnar á Drekanum eru í Danmark, har tær í hesum døgum luttaka í hondbóltskapping.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo

 

 

 

##med3##