Skála hevur stongt málið

1. DEILD: FC Hoyvík átti í kvøld heimavøll á Argjum, tí hvørki Skála ella FC Hoyvík hava í løtuni atgongd til heimavøllirnar

Fótbóltslagið í Hoyvík hevur onkuntíð verið betri, enn tað er í kvøld. FC Hoyvík átti í kvøld heimavøll á Argjum, har oddaliðið av Skála var gestur. At dysturin varð spældur á Argjum komst av, at hvørki FC Hoyvík ella Skála í løtuni hava atgongd til teirra vøllir. Orsøkin er tann, at graslíkið í løtuni verður skift bæði á Skála og á vøllinum í Hoyvík.

 

At fótbóltslagið í Hoyvík onkuntíð hevur verið betri, enn tað er í kvøld kemst av, at Skála vann 3-0, og at samlaða úrtøkan fimm tær seinastu ferðirnar er eitt stig. Vánaliga gongdin ber við sær, at nú er FC Hoyvík á 8. plássi við 10 stigum.

 

Hjá Skála gongur tað strúkandi. Tølini siga, at Skála hevur skorað 24 mál og at bara trý mál eru farin ígjøgnum. Sigurin í kvøld var tann áttandi á rað, og hetta var fjórða ferðin á rað, at skálamenn fóru av vøllinum, uttan at mál varð skorað ímóti teimum. Skála hevur vunnið allar dystirnar í ár uttan ein. Hann var á heimavølli ímóti júst FC Hoyvík, sum 1. apríl vann 1-0 undir Mýruhjalla á Skála. So skálamenn søgdu í kvøld av álvara takk fyri seinast.

 

Marjus Nón skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki. Tað var í 28. minutti, og í 62. minutti var tað Meinhard Fríðálvur Janusarson, sum økti um munin til 2-0. Martin Johansen varð skiftur inn í 77. minutti, og ein minutt seinni staðfesti hann 3-0 sigurin, sum ber við sær, at Skála nú hevur 27 stig fyri 10 dystir.

 

Leygardagin um eina viku fær Skála vitjan av B71, og tá fer FC Hoyvík til Klaksvíkar.