Skála legði bragdliga fyri á nýggja undirlagnum

1. DEILD: Tveir spælarar vóru tvífaldir málskjúttar, tá ið skálamenn vunnu trivaligan heimasigur ímóti B71

Tað var hátíðarhýrur á Skála seinnapartin, tá ið toppliðið í næstbestu deildini fyri fyrstu ferð royndi seg á nýggja graslíkinum. Skráin segði, at dysturin ímóti B71 skuldi vera hvítusunnuaftan, men tá varð hann úrsettur, tí sandoyingar ongan fart høvdu um Skopunarfjørð.

 

Í dag lá betur fyri, og sandoyingar løgdu bragdliga fyri. Teir høvdu bóltin á tvørtrænum aftanfyri Karstin Hansen í heimamálinum, áðrenn hol kom á.

 

Marjus Nón legði Skála á odda bæði 1-0 og 2-0. Tað var í 21. og 24. minutti, og ein minutt undan steðginum var Teitur Poulsen upp á spæl, tá ið hann økti um heimaleiðsluna til 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

B7­­­­­­1 toppskjúttin Tijani Mohammed minkaði um munin til 3-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir, men tað varð ongantíð av álvara spenningur í, tí Djóni Petersen økti eftir tveimum minuttum um heimaleiðsluna til bæði 4-1 og 5-1. Hetta vóru fyrstu málini hjá honum í ár.

 

Skála er topplið við 30 stigum, og B71 er á sjeynda plássi við 11 stigum.

 

Fríggjakvøldið fær B71 vitjan av KÍ, og leygardagin fer Skála í Gundadal at spæ­­­­­­­­­­­la ímóti B36.  

 

­­­­­­­­­­­