Soleiðis sigur Stiftelsen Georg Stages Minde í tíðindaskrivi í morgun.
– Í ár hava vit ikki møguleika at halda ólavsøku í Tórshavn, men eru fegin um at sleppa at vera við í hátíðarhaldinum av tjóðardegi Føroya í samstarvi við Nordatlantens Brygge og Føroyahúsið í Keypmannahavn.
– Vit bjóða øllum áhugaðum at luttaka í felags morgunmati við røðum og felags sangi sunnudagin 28. juli frá kl.10.00-11.30.
Stað: Kajen Nordatlantens Brygge (beint við Inderhavnsbroen), Strandgade 91, Christianshavn, 1401, København K.