Tá henda vikan byrjaði, vóru trý partrolarapør til fiskiskap.
- Skipini fáa mest av upsa og so nakað av hvítum fiski, men fiskiskapurin er smáligur.
Sum skilst á Fiskamarknaði Føroya, fáa partrolararnir okkurt brúkiligt hálið av og á.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari fiskar tosk á Íslandsrygginum.
- Teir koma inn at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku.
Tveir frystitrolarar fiska eisini svartkalva undir Føroyum.
Tá vikan byrjaði, vóru tríggir av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski.
- Men, trolbátarnir hava smáligan fiskiskap.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
- Garnaskipini hava eisini smáligan fiskiskap, men tey koma øll inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.