Smáspararar eru heilt meint raktir

Samgonga og andstøða siga seg vera samdar um, at treytirnar fyri at fáa brennistuðul verða broyttar, men enn er einki uppskot á veg í løgtingið

Tingfólk siga, at tey eru sinnað at broyta treytirnar fyri at fáa brennistuðul, men enn er einki lógaruppskot á veg í tingið

 

Tað hevur fleiri ferðir verið frammi tey seinnu árini. Tað var síðsta heyst partur av valstríðnum, og aftur í dag, tá ið ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skrá í løgtinginum, var spurningurin um brennistuðul viðgjørdur.

 

Steffan Klein Poulsen spurdi landsstýriskvinnuna í almannamálum Sirið Stenberg, um tað  verður arbeitt við at broyta treytirnar fyri at fáa brennistuðul. Tær siga, at um persónur fær 2000 krónur ella meiri í vinningsbýti og rentum, so dettur brennistuðulin burtur.

 

Brennistuðulin er 650 krónur um mánaðin og harvið 7800 krónur um árið. Tað ber við sær, at 2000 vinningsbýti og rentum hava við sær eina netto minniveitan upp á 5800 krónur.

 

##med2##

 

-Tey, sum fáa brennistuðul eru pensionistar, sum hava fólkapensión og samhaldsfasta at liva av. Summi teirra eru smáspararar, sum eiga partabrøv í Banknordik. Har hevur vinningsbýtið verið óvanliga stórt seinastu árini, og tí verða hesi rakt við, at tey missa brennistuðulin, og tað er sera óheppið, svaraði Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almennamálum.

 

Steffan Klein Poulksen úr Miðflokkinum vildi hava landsstýriskvinnuna at upplýsa, um eitt uppskot um broytingar í lógini er á veg í tingið. Sirið Stenberg svaraði, at tað verður hugt upp á málið í ráðnum, men tað er ikki enn farið undir fyrireikingar um broytingar í lógini.

 

Á Eyðgunn Samuelsen, Elsebeth Merzedis Gunnleygsdóttir og Jørgen Niclasen skiltiast, at tað er breið undirtøka í tinginum at broyta lógina. Jørgen Niclasen segði, sum hann fleiri ferðir áður hevur sagt, at um landsstýrið ikki fer at leggja uppskot fyri tingið, so fer andstøðan at gera tað.