SMS: Javnt millum StÍF og Neistan - Kyndil og Stjørnan vunnu

Hetta vikuskiftið eru tríggir dystir leiktir í SMS-deildini

Tríggir dystir hava verið á skránni í SMS-deildini, tveir í dag og ein ígjár.

 

Ígjár vann Kyndil í høllini á Hálsi í Havn stórsigur 32-19 á VB. Í steðginum var Kyndil á odda 18-9.

 

Turið Arge Samuelsen var stórskjútti hjá Kyndli við 12 málum. Carmen Luiza Silva, Rebekka Holm og Noomi Dam vóru toppskjúttar hjá VB við fýra málum hvør.

 

Tað var harafturímóti háspenningur í dag í dystinum millum StÍF og Neistan í høllini á Skála í dag. Dysturin endaði við javnleiki 19-19. Í steðginum var Neistin á odda 13-10. Neistin var á odda 16-12 tá 46 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Josefine Dyring var toppskjútti hjá StÍF við níggju málum. Birna. Eyðunardóttir var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. 

 

Stjørnan vann seinnapartin í dag greiðan 32-25 sigur á EB í KÍ-høllini í Klaksvík. EB var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Tá 46 minuttir vóru leiktir var Stjørnan á odda 26-20. 

 

Tóra Eliasen var toppskjútti hjá Stjørnuni við níggju málum. Erna Pajic var toppskjútti hjá EB við átta málum. 

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Havn, Skála og Klaksvík:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil62201229812
H715173133408
VÍF38857316
StÍF5117127-105
Neistin5109116-75
Stjørnan5117171-542
EB6147195-482
VB5114164-500