Amerikanski rapparin, Snoop Dogg, skal fríggjadagin bera Olympiska kyndilin í samband við at Olymipisku leikirnir verða settir.
Rapparin skal bera kyndilin gjøgnum parisiska býarpartin Saint-Denis, ið hýsir Olympiska ítrottarstaðnum.
Olympiski kyndilin hevur ferðast kring Frakland síðan fyrst í mai. Olympisku leikirnir verða í París í døgunum 26. juli - 11. august.
Fleiri føroyskir íðkarar eru við til Olympisku leikirnar.