Snyril-raktar kvinnur í Grønlandi ætla at rættarsøkja Danmark

Kjakið um snyrilsgøluna í Grønlandi hevur verið nógv frammi seinastu tíðina: Gølan, har helmingurin av kvinnunum í barnsburðaraldri frá 1966 til 1970 fingu ísettan snyril í livmóðurina.

Høvuðsgøtan í Nuuk, sum eitur Aqqusinersuaq, tá fyrsti kavin fall í Nuuk í vetur – tann 12. noevmber, sum er ógvuliga seint. MARTIN LEHMANN/RITZAU SCANPIX

Grein sum Martin Breum, journalitur og rithøvundur, skrivaði í Sosialinum 24. mars 2023:

 

 

 

Seinasta gølumálið úr tríhyrnta felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark tveitir enn nýggjar smáltir frá sær

 

Vit tosa um sonevndu snyrilsgøluna í Grønlandi, har helmingurin av kvinnunum í barnsburðaraldri frá 1966 til 1970 fingu ísettan snyril í livmóðurina.

 

Gentur niður í 13¬14 ára aldur fingu snyril settan í livmóðurina, og hjá nøkrum teirra uttan at tær vistu, hvat tær góðtóku, og uttan at foreldrini fingu boð um tað.

 

Í 1973 broytti Fólkatingið í lógina, soleiðis at læknarnir í Grønlandi ikki longur skuldu hava samtykki foreldra, áðrenn ungar gentur millum 15 og 18 ár fingu ráðgeving um at byrgja fyri gitnaði.

 

Í mongum førum gleið ráðgeving og ísetan av snyrli eftir øllum at døma út í eitt.

 

Átakið hevði við sær, at umleið 4500 kvinur í Grønlandi fingu snyril – umframt eitt ókent tal síðstu árini í átakinum fram til 1974.

 

Ávirkanin var øgilig: Tøl frá hagstovuni í Grønlandi vísa, at barnsburðir í Grønlandi fyrst í sjeytiárunum fullu við umleið einum helmingi fyri síðani at vaksa spakuliga aftur. Orðið »fólkadráp« er nú ein partur av kjakinum í Grønlandi.

 

 

 

Ov stór

 

Snyrilsátakið kom alment fram í mai í 2022 í fýra DR podcastum, og nýggir smálutir komu til sjóndar.

 

Í dag vita vit, at snyrilin viðhvørt var størri enn tann ikki fult vaksna lívmóðurin hjá yngstu kvinnunum. Ein snyril av merkinum Lippes Lopp í stødd D var leingi einasti snyril, sum var tøkur í Grønlandi, og ein partur av kvinnunum og serliga yngstu genturnar hava tí við stórum sannlíkindum liðið av nógvari pínu og seinni eftirsjúkum. So seint sum í 2022 fann ein serlækni í kvinnusjúkum á Dronning Ingrids Hospital í Nuuk enn ein Lippes Loopsnyril í lívmóðurini á einum sjúklingi, og alsamt fleiri tosa nú opið um pínu í undirlívinum, barnloysi, skurðviðgerðir og oyðilagt kynslív.

 

Í Danmark lovaði táverandi heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, í fjør eina djúptøkna kanning, men arbeiðið er enn ikki farið í gongd.

 

##med2##

 

Sálarførðingurin í miðjuni

 

Ein bólkur við fyribils 130 kvinnum í Grønlandi fyrireikar seg g jøgnum Facebook upp á rættarmál ímóti Danmark, meðan tær viðgera tey seinárin, tær enn líða av.

 

Oddakvinna í bólkinum er Naja Lyberth, sálarfrøðingur og traumaterapeutur. Hon var hin fyrsta, ið steig fram í 2017, og í dag savnar

 

hon saman kvinnur í somu støðu. Í fjør var hon í BBCdokumentarinum »Greenland’s Lost Generation« og á listanum hjá BBC yvir heimsins 100 inspirerandi kvinnum. Herfyri varð hon kosin »Ársins Kvinna« í Grønlandi.

 

»Eg havi funnið út av, at eg ikki var 14 ár, men í veruleikanum bara 13 ár, tá eg fekk mín snyril«, sigur hon úr Nuuk. Hon var ikki kynsliga virkin, hon var ikki fylt 15, og foreldur hennara vóru ikki biðin um samtykki.

 

Hon tosar um knívar, tá hon lýsir pínuna, tá danski læknin í býnum førdi amboð síni og snyrilin inn í hana, men aftaná tosaði hon ikki við nakran um inntrivið.

 

Í 1992 gjørdist hon sálarfrøðingur á Århus Universiteti og seinni eftirútbúgvin í traumaviðgerð, og hon hevur í fleiri ár verið við í einum professionellum ferðaliði, sum hjálpir vaksnum grønlendingum við seinárinum eftir kynsliga misnýtslu í barnaárunum.

 

Fyri nøkrum árum síðani g jørdist henni greitt, at hon sjálv hevði seinárin.

 

»Tá eg kom í skiftisárini, fekk eg ringa menstruationspínu, og nógv av sjúkueyðkennunum mintu meg um pínuna, tá eg fekk snyrilin. Eg merkti aftur, at okkurt var ov stórt til kropp mín, júst sum gynekologisku amboðini og spiralurin ta ferðina. Kroppurin, lívmóðurin, alt undirlivið svaraði aftur,« sigur hon.

 

Undir traumaútbúgvingini fekk hon tak um sítt egna trauma og nú hálpir hon øðrum:

 

»Tað kann føra til sterka endurtraumatisering brádliga at verða mintur á trauma sítt, um tú ikki ert fyrireikað. Tú kennir teg óvarda og sárbara. Tað snýr seg um at kenna teg varda og at kenna seg varda av umhvørvinum og um at kenna, at tú kanst verja teg sjálva. Ikki minst, tá tú skilir, at talan var um eitt stórt, politiskt skipað átak,« sigur hon.

 

»Vit kenna øll onkra, systkinabarn og aðrar kvinnur, sum ikki hava kunna fingið børn. Eg helt, at nakrar teirra fóru at verða endurtraumatiseraðar«, sigur hon. Hon samanber sínar egnu reaktiónir við tær, hon sær hjá offrunum fyri kynsligum ágangi.

 

##med3##

 

»Tú letur teg stýra av ótta og verður forskammað og foy. Tú tigur av ótta fyri at verða dømd ella skammað út«, sigur hon.

 

Ábyrgdina leggur hon eintýdda í Danmark: »Læknin var jú bara longdi armur hjá danska statinum,«, sigur hon.

 

»Eg slapp ikki sjálv at ráða yvir kroppi og lívmóðir míni. Eg føldi, at kroppur mín var koloniseraður. Í dag havi eg tikið valdið aftur við at siga frá. Eg havi avkolonialiserað egna kropp mín, men eg eri als ikki í iva um, at talan var um kolonialisering av kroppum okkara ta ferðina. Tað er ikki fyrr enn nú, at kroppurin og sálin ikki longur hoyra stjórnini til,« sigur hon.

 

 

 

Ov nógvar stakar mammur

 

Grønland hevði í sekstiárunum størsta fólkavøkstur í heiminum, men tað er ikki greitt, júst hví Danmark setti í verk snyrilsátakið.

 

Mogens Boserup, búskaparfrøðingur, sum var hevði nógv at gera við stóru nýskipanirnar í Grønlandi, skrivaði, at hann »var sera ivasamur um stóra fólkavøksturin í Grønlandi«. Hann metti tey mongu børnini eitt búskaparligt aktiv, sum skuldi trygg ja nóg mikið av fólki til at reka framtíðarinnar Grønland.

 

Eitt alternativt høvuðsmotiv var kanska danska stúranin um kynslívið og familjusamansetingina í Grønlandi, ella tann familjupolitiska motiveringin, sum Boserup kallaði tað.

 

Talið av børnum fødd uttan fyri hjúnarband í Grønlnandi kom í sekstiárunum upp á meira enn 25 prosent, og tað fekk Danmark at stúra.

 

Naja Lyberth kallar tað mentanarblindni:

 

»Vit skuldu brádliga læra danskt og liva í kjarnufamiljum í staðin fyri stórfamiljum,« sigur hon.

 

»Tað var okkara pensjónstrygging at fáa børn og ommubørn og langommubørn. Stórfamiljur vóru sjálvberandi, og børn vóru

 

aldurstrygging,« sigur hon.

 

##med4##

 

Fólkadráp

 

Grønlendski fólkatingslimurin, Aki¬Matilda HøeghDam kallaði á sumri í 2022 snyrilsátakið fyri fólkadráp, og hon er ikki einsamøll um tað.

 

»Eg hugsaði fyrst, um tað er neyðugt at rópa so hart fyri at verða hoyrd, men í dag havi eg flutt meg, so takk Aki-Matilda,« sigur Asii Chemnitz Narup, ein av royndu grønlendsku politikarum og fyrrverandi borgarstjóri í Nuuk og í dag virkin limur í Inatsisartut, sum er grønlendska tingið, fyri stjórnarflokkin Inuit Ataqatigiit.

 

»Tað eru fleiri túsund grønlendsk lív, sum ikki eru gitin. Tað er ágangur á kvinnuna, lív hennara og lív maka hennara, men eisini á samfelag okkara, tí fleiri

 

samfelagum. Nógv talent og persónsmenskur, dreymir og látur, styrki og hugskotsríkidømi er mist fyri okkum sum fólk og sum land.

 

Tað er ein brotsgerð ímóti Grønlandi og fólki okkara. Kalla meg bara uppg jørda, men soleiðis kenni eg tað,« sigur hon.

 

Sambært Fólkadrápssáttmálanum hjá ST kann talan vera um fólkadráp, um talan er um roynd uppá »heilt ella lutvíst« at oyðilegg ja ein tjóðskaparligan ella etniskan bólk við »at gjøgnumføra fyriskipanir, sum hava til endamáls at forða føðing í bólkinum«

 

Stovnurin fyri Mannarættindi hevur saman við Ráðnum fyri Mannarættindi í Grønlandi heitt á stjórnina um at trygg ja endurg jald og uppreistur til raktu kvinnurnar.

 

»Tað er talan um skipað og grov brot á grundleggjandi mannarættindi,« sigur Louise Holck, stjoir í danska stovninum. Orðið fólkadráp brúka teir báðir stovnarnir tó ikki.

 

##med5##

 

»Tað er út frá royndum trupult at prógva, at talan er um fólkadráp, millum annað tí tað skal vera talan um prógvaðan vilja hjá hvørjum einstøkum – embætismonnum, politikarum, læknum ella øðrum til at týna fólkið heilt ella lutvíst«, sigur Louise Holck.

 

Ákærur um fólkadráp skulu í slíkum førum reisast av danska ákærumyndugleikanum ímóti núlivandi persónum, ikki ímóti statinum. Tað skal prógvast, at viðkomandi ikki bara vildi avmarka talið av føðingum í Grønlandi av moralskum ella búskaparligum orsøkum, men vegna etniskt ella tjóðskaparligt hatur.

 

Høvuðsgøtan í Nuuk, sum eitur Aqqusinersuaq, tá fyrsti kavin fall í Nuuk í vetur – tann 12. noevmber, sum er ógvuliga seint. MARTIN LEHMANN/RITZAU SCANPIX

Naja Lyberth, tá hon var 14 ára gomul

Naja Lyberth er sálarfrøðingur og traumaterapeutur. Hon var hin fyrsta, ið steig fram í 2017 í snyrilmálinum og hevur savnað saman kvinnur, sum eru í somu støðu sum hon

Grønlendska fólkatings­ kvinnan Aki­Matilda Høeg­ Dam skírir snirilsátakið fyri fólkadráp Philip Davali/Ritzau Scanpix