Søkja eftir vikari fyri Theodor

Av tí at hoyvíkarprestur, Theodor E. D. Olsen fer í lestrarfaroyvi, søkir Fólkakirkjan eftir vikari til Suðurstreymoyar norðara prestagjald.

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, í samrøðu við in.fo. 

– Vit søkja eftir presti til vikar fyri Theodor Olsen, sum fer í lestrarfarloyvi í fýra mánaðir frá august til november, sigur Jógvan Fríðrikson.

– Hetta er eitt høvi, bispur gevur prestunum eftir tørni sigur Theodor E. D. Olsen í stuttari viðmerking.

– Eg fari at lesa og skriva ymist, eg havi arbeitt við. Bíbilskir tekstir og Løgstrup, sigur hann.

Suðurstreymoyar norðara prestagjald fevnir um kirkjusóknirnar Hoyvík og Kaldbak.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins, stendur í lýsingini. 

Í lýsingini stendur, at eingin tænastubústaður er til embætið, og at einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.