Soleiðis ávirkar rentan hjá ECB Føroyar

Evropeiski Miðbankin, ECB, hevur lækkað rentuna fyri aðru ferð í ár. Hetta ávirkar eisini Føroyar og Danmark, tí vit hava ein fastkurspolitikk mótvegis evruni.

Hóast evropeiski miðbankin bert er miðbankin fyri tey lond, sum brúka evruna, hevur hann eisini stóran ávirkan á donsku krónuna. Tí merkir tað eisini nakað fyri danir og føroyingar, at ECB í dag hevur lækkað rentuna við 0,25 prosentstigum til 3,50 prosent. Ein av uppgávunum hjá ECB er at tryggja støðugar prísir. Endamálið er at tryggja eina inflatión á áleið tvey prosent, men í løtuni er inflatiónin eitt vet hægri.

Av tí at Danski Tjóðbankin hevur fastkurspolitikk við evruna, hava hesar rentuhækkingar eisini ávirkan á krónuna, tí hon kostar altíð umleið 7,50 kr. Tað er sonevnda ERM II-avtalan, ið hevur til endamáls at tryggja gjaldoyrastøðufestið millum evruna og tey londini í ES, sum ikki nýta evruna. Hendan avtalan ásetur, at krónan er tengd at evruni til kurs 746 og kann sveiggja +/- 2,25 prosent.

Fyri at tryggja hetta noyðist Tjóðbankin at seta sína rentu tætt við rentuna hjá ECB, tí munurin millum renturnar hevur týðandi týdning fyri kursin. Er rentan hjá eitt nú Tjóðbankanum munandi hægri enn hjá ECB, verður tað meira attraktivt hjá íleggjarum og spekulantum at keypa krónur í staðin fyri evrur, og hetta hevur við sær, at krónan hækkar í virði, og harvið er vandi fyri at kursmunurin veksur.

Ein rentulækking hevur eisini ávirkan á tann einstaka soleiðis, at rentustøðið á eitt nú húsalánum alt annað líka somuleiðis lækkar, og harvið gerst tað bílígari rinda bankalánið – serliga hjá teimum, ið hava skiftandi rentu. Í síðsta enda er tað tó tann einstaki bankin, sum ásetur rentuna hjá kundanum.