Soleiðis eru møguleikarnir hjá Danmark síðsta umfari í bólkaspælinum
* Danmark vinnur á Serbia:
Við sigri á Serbia er Danmark víðari sum nummar eitt ella tvey í bólkinum. Nummar eitt ella tvey veldst um úrslitið millum Ongland-Slovenia, men tey bæði liðini kunnu ikki enda framman fyri Danmark.
* Danmark spælir javnt móti Serbia:
Javnleikur tryggjar, at Danmark verður minst nummar trý í bólkinum. Vinnur Ongland samstundis á Slovenia, er javnleikur nóg mikið at tryggja Danmark annaðplássið.
Spæla Ongland og Slovenia eisini javnt, hava Danmark og Slovena líka nógv stig, og so er avgerandi, hvat liðið hevur skotið fleiri mál í javnleikunum – her eru liðini jøvn beint nú. Eru liðini framvegis jøvn á hesum ø´ki, er avgerandi, hvør hevur fingið fæst gul og reyð koyrt í EM bólkadystunum. Er eisini javnt har, verður Danmark tveyari, tí Danmark var betri enn Slovenia í undankappingardystunum.
Vinnur Slovenia á Onglandi – ella verður javnleikur við fleir málinum enn Danmark – veruðr Danmark nummar trý við trimum stigum og málmuni á null. Tað er sannlíkt nóg mikið til at koma víðari sum ein av bestu tríarunum. Danmark kann innan dystin ímóti Serbia vita, um javnleikur er nóg mikið at fara víðar, líka mikið um tað verður sum tveyari ella tríari.
* Danmark tapir móti Serbia:
Við tapi ímóti Serbia kann Danmark framvegis enda sum tveyari í bólkinum, um Slovenia samstundis tapir størri ímóti Onglandi. Danmark fer tó at hava tvey stig og ein minusmálmun, sum ikki er so gott í tríararoknskapinum. Tað vita landsliðsspælararnir tó meira um, áðrenn teir fara á vøllin týskvøldið.
/ritzau/