Mikudagin klokkan 11 er tingfundur aftur, har tingið skal atkvøða um uppskotið hjá Magna Laksáfoss um elveitingarlógina skal koma aftur í tingið, sjálvt um rættarnevndin ikki hevur skrivað álit í máluinum.
Júst hetta málið kann fáa avgerandi politiskan týdning.
Men longu týsdagin er ferð aftur á tingarbeiðnum. Tá hevur trivnaðarnevndin fund við 20 punktum á skrá og 15 innkallingum- Innkallingar eru, tá ið nevndin sendir boð eftir fólki, sum hava servitan ella seráhugamál í málum, sum nevndin viðgerð.
Ofta verða landsstýrisfólk, sum varða av málunum eisini boðsend.
Eisini fíggjarnevndin hevur fund týsdagin við 23 málum á skrá. Har eru fimm innkallingar.
Eitt av málunum, sum nevndin viðger hendan dagin, er byggingin av tjóðleikhúsi og fíggingini til tess.
Mikudagin hava fleiri aðrar nevndir fund - eisini við longum fundarskráum.
Fyri at venda aftur til atkvøðuugreiðsluna týsdagin um uppskotið um broytingar í elveitingarlógini, so er tað uttanflokkatingmaðurin Magni laksáfoss, sum hevur lagt tað fram og kravt tað aftur í tingsalin.
Júst hetta málið kann avgera, um samgongan fær meirluta fyri sínum uppskotum, tað sum er eftir av tingsetuni.