Stórur vøkstur hjá føroyskum nethandlum

Um alt landið liggur handilsslívið í stóran mun stilt. Handilsvindeyguni eru myrk, og dyrnarar eru stongdar.

Men nú fólk fyri tað mesta halda seg innandurða og tora illa at vera úti millum fólk, so hevur parturin av handilsvinnuni, ið gongur fyri seg á netinum, fingið rættiliga framgongd.

– Vit hava havt ein ávísan vøkstur. Men vit vænta, at hann verður størri og størri, sum dagarnir ganga. Og tann einasti platformurin, sum vit kunnu operera á beint nú, hann er á netinum, sigur Lars Müller, stjóri í Skálki.

Nethandilin hjá Skálki, sum hevur verið aktivur í fimm ár, umfatar fleiri handlar í SMS, og SMS hevur tikið avgerð at lata aftur til 31. mars, meðan koronasmittan herjar.

Mikumorgunin hevði nethandilin longu havt 277 kundar á síðuni bert tann morgunin, og dagin fyri hevði handilin havt yvir 40 ekspeditiónir umvegis nethandilin, sum er munandi fleiri, enn tað plagar.

Somuleiðis er eisini vøkstur í netsøluni hjá Power, sum eisini heldur til í SMS.

– Sølan er vaksandi, tað sigur seg sjálvt. Og vit hava longu merkt munin seinastu dagarnar og kanska seinastu vikuna. Tað er bara vaksandi, og tað blívir við. Tað koma fleiri og fleiri ordrar inn handan vegin, og vit fáa fleiri og fleiri fyrispurningar umvegis teldupost og telefon. Tað er einki at ivast í, sigur Høgni Zachariassen, stjóri í Power, sum eisini væntar, at vøksturin heldur áfram komandi tíðina.

Elding húsast ikki í SMS, og handilin hevur framvegis opið fyri almenninginum. Men eisini hjá Elding hava tey merkt øktan áhuga í nethandlinum.

– Sølan á netinum er í øllum førum tvífaldað innan hesa seinastu vikuna. Síðan fyrsti tilburðurin kom í Føroyum hava vit sæð økta sølu á nethandlinum, og hon er eisini býtt út yvir allan dagin, sigur Eyðfinn Reyðberg, nevndarformaður í Elding.

– Døgnið er langt. Og tað, sum vit hava sæð, er at fólk fordeila seg væl yvir dagin. Vit hava ikki peak-tíðir, eins og vit vanliga hava. Og tað ger seg eisini galdandi í handlinum sjálvum. Fólk hyggja eftir vøruni og bíleggja hana gjøgnum netið, og koma so líka inn í handilin eftir henni, sigur Eyðfinn Reyðberg.

 

Góð og ókeypis útkoyring

Økti áhugin og økta trýstið á nethandlarnar hevur eisini við sær, at handlarnir mugu taka nýggjar og alternativar loysnir í brúk, nú viðskiftafólkini ikki koma á gátt.

– Vit royna at hava eina leveringstíð í Havn upp á ein hálvan tíma ella ein tíma. Vit royna at fáa tað upplýst til teir kundar, sum vit hava, og samstundis royna vit at hava ein kontaktpersón, sum kann taka ímóti spurningum. Um onkur til dømis vil keypa einar kovboybuksur, so kann viðkomandi ringja inn og spyrja um passform og annað, um tey ikki føla seg heilt trygg við at keypa netinum. Tað eru tílík ting, ið vit kunnu gera nú, annars fáa vit ikki gjørt nógv annað, sigur Lars Müller.

Somuleiðis er nógv samskifti yvir telefonina og kjattfunkuna, sum Elding hevur á heimasíðuni, har starvsfólk fáa vegleitt kundum um brúkslutir og annað, tá tað ikki liggur fyri at koma inn í handilin sjálvan.

Øktur nethandil setir eisini herd krøv til útkoyring, men handlarnir tykjast at vera til reiðar til uppgávuna. Skálkur leggur seg eftir at fáa vøruna avgreidda og útkoyrda innan ein tíma, og eins og Elding og Power veitir Skálkur ókeypis útkoyring.

Power, til dømis, hevur egnar bilar til útkoyring, men møguleikin er eisini at nýta flutningsfyritøkur, skuldi tørvur verið á tí.

– Vit selja eisini rættiliga ymiskar vørur. Tað er alt frá einum lítlum plastikkposa til eitt amerikanarakøliskáp. Tað er so ymiskt eisini, hvussu tað ymiska er at koyra út. Vit koyra tað mesta út sjálvir, meðan tað heilt lítla áður hevur verið sent. Men nú koyra vit alt út sjálvir, sigur Høgni Zachariassen.

 

Vørurnar endurspegla tørvin

Lars Müller veit ikki at siga, um tað eru serligar vørur, ið fólk leggja seg eftir at keypa á netinum í hesum koronadøgum, og Høgni Zachariassen metir, at vøran endurspeglar tann vanliga tørvin, sum fólk hava.

Hjá Elding hava tey kortini varnast, at talan er millum annað um vørur, ið kunnu brúkast til arbeiðsbrúk.

– Nógv skulu arbeiða heimanifrá, og tað eru kanska ikki øll, sum eiga teldur til arbeiðsbrúk. Tað er øgiliga týðiligt, at tað, sum verður keypt, er tílíkt, sum fólk hava tørv á nú, sigur Eyðfinn Reyðberg.