Staðfest: Meinhard E. Olsen fer at spæla við Kolding IF

Talan er um sætta felagið hjá Meinhardi uttanlands

Mynd: Kolding IF

Fótbóltsævintýrið hjá 27 ára gamla landsliðsleikaranum, Meinhardi E. Olsen uttanlands heldur fram.

 

Kolding IF, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini boðar á heimasíðu teirra frá í morgun, at felagið hevur skrivað sáttmála við føroyska landsliðsleikaran. 

 

Við heimasíðu felagsins sigur Meinhard: - Fyrst og fremst eri eg sera fegin um at vera í Kolding. Eg komi til felagið til júst ta røttu tíðina. Eg kann staðfesta, at felagið og fólkini aftanfyri felagið eru ógvuliga ambitiøs, og tað eri eisini sjálvur. Míni prát við venjaran og ítróttarstjóran hava givið mær eina stóra vissu um, at Kolding er tað rætta felagið fyri meg, har eg kann vísa mína dygdir sum fótbóltsleikari og sum persónur. Øll í felagnum hava tikið væl ímóti mær, og nú gleði eg meg til at møta øllum fjepparunum hjá Kolding aftaná vetrarsteðgin, har vit fara at stríðast fyri at vinna okkum í eitt endaspæl fyri seks tey fremstu liðini í deildini. Sigur Meinhard við heimasíðu felagsins. 

 

Talan er um sætta felagið hjá Meinhardi uttanlands. Meinhard hevur áður spælt við Vendsyssel FF í Danmark, GAIS í Svøríki, og Kristiansund, Bryne og Mjøndalen í Noregi.

 

Meinhard hevur eisini spælt í Betrideildini við NSÍ og B36. Meinhard hevur higartil spælt 34 landsdystir fyri Føroyar. 

 

Um Meinhard sigur ítróttarstjórin í Kolding IF, Niklas Nürnberg við heimasíðu felagsins: - Eg eri vísur í, at Meinhard fer at vera ein jalig tilgongd á øllum mótum. Hann hevur royndirnar, og er ein gløggur fýrur, bæði á og uttanfyri vøllin. Meinhard er ein kreativur leikari, ið bæði kann seta sínar viðleikarar upp, og kann eisini taka sakina í egnar hendur. Ikki minst er Meinhard hart arbeiðandi og rennisterkur, og kann tí reint taktiskt loysa hópin av uppgávum á vøllinum. Sigur Niklas Nürnberg. 

 

 

 

 

 

Mynd: Kolding IF