Sterkastu hálvfinalistarnir síðani 2000

EM24: Ikki síðani aldarskiftið hevur uppstillingin til hálvfinalurnar verið so sterk

So er klárt til hálvfialurnar í EM-endaspælinum í Týsklandi. Viðmerkjarar halda fyri, at hetta er sterkasta uppstillingin, sum hevur verið til EM-hálvfinalurnar síðani 2000. Spania, Frakland, Ongland og Holland eru allar fótbóltstjóðir, sum verða roknaðar millum tær bestu.

 

Turkaland og Sveis vóru um reppið, at blanda seg upp í, men endaðu við at tapa fyri ávikavist Hollandi og Onglandi. Til EM-endaspælið í 2000 vóru hálvfinalurnar Frakland-Portugal og Italia-Holland. Tá endaði Frakland við at vinna.

 

Í 2004 var Grikkaland millum hálvfinalistarnar, í 2008 vóru bæði Turkaland og Russland í hálvfinaluni og í 2012 var Italia ikki í tí styrkini, sum kann væntast av einum finalisti. Í 2016 kroysti Wales seg við í fýra tey seinastu og í EM 2020 var tað Danmark, sum kom næstan allan vegin.

 

Ein hálvfinala verður í kvøld og ein verður í annaðkvøld. Sjálv finalan verður sunnukvøldið klokkan 20.

 

Hálvfinalur:

 

Týsdagin 9. juli:

 

Spania – Frakland (20.00)

 

Mikudagin 10. juli:

 

Ongland – Holland(20.00)

 

EM finalan:

 

Sunnudagin 14. juli

 

Spania/Frakland – Ongland /Holland (20.00)