Talan var um stuldur í einum handli í SMS sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Ein persónur hevði tikið nakrar lutir, sum kostaðu nakrar túsund krónur.
Kanningararbeiðið hjá løgregluni førdi skjótt til, at tey vistu hvør persónurin var, tí handilin hevði vakmyndatól. Tí kundi løgreglan skjótt handtaka persónin nærindis SMS.
Persónurin varð tí skjótt tikin og skuldsettur fyri stuldur.
– Og málið koyrir nú sína gongd, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Annars var ikki so nógv at frætta úr samdøgurrapportini hjá løgregluni. Men aftur í morgun er ferðslupatruljan hjá løgregluni farin út til skúlar.
##med2##