Eygnabráið hjá teimum svongu og illa kløddu í blikkskúrum er ikki at fara skeivur av - tað er merkt av máttloysi, troystarloysi og vónloysi. Tey eru neyvan nøgd. Tey flestu hava búð har leingi, tí tey eru fødd inn í hendan heim í einum blikkskúri. Ein óvirðilig støða at koma í.
Tey í flóttafólkalegum hava aðrar fortreytir, tí tey eru aloftast flýdd frá einum vanligum húsum og mugu sláa seg til tols við ein fyribils bústað, sum er ein flóttafólkalega. Um tey koma heimaftur, tað vita tey ikki, men vónin er har.
Hesi í blikkskúrunum ella í flóttafólkalegunum kunnu ikki fara í ein banka at lána til eitt nýtt heim ella til at keypa eitt gamalt hús, nei, tey eru fangar í egnum landi. Niðurstøðan er, at hesi fólk hava tak yvir høvdið, men tey hava ikki sjálvi valt sítt heim - og sleppa ikki burtur haðani.
Hvar búgva føroyingar - hvar er framtíð teirra?
Í Føroyum hava vit hoyrt, at nøkur við sosialum avbjóðingum búgva í gamla kirkjugarði í Havn. Undir opnum himli.
Eg hugsi serliga um føroyska ungdómin og tey, sum vilja seta búgv, men ikki fáa sett búgv. Tann føroyski ungdómurin býr lukkutíð ikki enn í kirkjugarðinum, í blikkskúrum ella í flóttafólkalegum.
Tey hava enn møguleika at velja, um tey vilja búgva í einum lítlum kamari heima hjá foreldrunum ella at búgva til leigu fyri okursprís. Kanska er tað ikki líka óunniligt, sum í blikkskúrum og í flóttafólkalegum, men ómenniskjansligt fyri tað.
Hesi okkara ungu eru endaði í einari fellu, har tey ikki sleppa undir egið tak. Peningastovnarnir vilja ikki fíggja og útboðið av leigubústøðum er ov lítið, so íbúðarspekulantar seta treytirnar – so tey eru fangað á annara ogn, kanska fyri lívstíð.
Hví eru vit komin hartil?
Ja, hví eru vit komin hartil? - tað komi eg aftur til. «Í 1950- og 60-unum høvdu politikarar visiónir». Soleiðis tók pápi mín ofta til. Hann segði, at fólkapensjónin kom eftir tógvið stríð seinast í 1950-unum.
Í januar 1964 kom í gildi fólkatingslóg um Investeringsfond for Færøerne. Beinanvegin bleiv grunnurin kallaður 60 milliónagrunnurin, og pápi var stoltur av teimum, sum høvdu lagt grundarlagið.
Gaman í kom grunnurin úr Fólkatinginum, so íløgur kundu gerast í vegir, havnir og at modernisera SEV. Alt hetta kom í lag av visiónerum politikarum í Danmark og Føroyum.
Politikararnir hugsaðu um, hvussu borgarin hevði tað. Teir høvdu áhuga í, hvussu vinnulívið hevði tað. Teir vistu, at framburðurin liggur í, hvussu borgarin hevur tað – saman við vinnulívinum og røttum íløgum hjá landinum.
Fara vit um nøkur ár at minnast aftur á politikarar, sum høvdu visiónir fyri samfelagsheildina og settu tær í verk?
Húsalánsgrunnurin – Bústaðir
Í 1964 varð Húsalánsgrunnurin stovnaður. Grunnur alra føroyinga. Grunnurin hevði til endamáls at veita verkafólki og fólki við lág- og miðalinntøkum egnan bústað.
Húsalánsgrunnurin hevði til endamáls, at føroyingar - fólk við lág- og miðalinntøkum - kundu seta føtur undir egið borð. Fólk kundu fara til grunnin at fáa grundkapitalin, altso vissuna fyri eitt 2. prioritets lán, so peningastovnurin visti, at Húsalánsgrunnurin tók fyrsta skrædlið, um so varð, at lántakarin ikki megnaði at gjalda lánið aftur.
Hendan skipanin gjørdi, at vanligi arbeiðarin - tann tímalønti, vaskikonan, landarin og egnarin - saman við sínum maka megnaði at fara til peningastovnin at biðja um eitt 1. prioritetslán við Húsalánsgrunninum sum bakki. Tað var ein grunnur, hvørs endamál var, at fólk skuldu kunna fáa tak yvir høvdið.
Vælvildin frá peningastovnunum var sera stór. Sjálvandi tað, tí peningastovnurin kundi vera tryggur, eftirsum 2. prioritetslánið frá Húsalánsgrunninum var ein trygd fyri peningastovnsins 1. prioritetsláni. Í dag er ongin slík skipan. Skipanin riggaði tá, og hús stungu seg upp sum hundalond kring alt landið.
Hvør stjól framtíðin frá teimum ungu?
Peningastovnarnir eru settir undir trýst seinastu árini – teir fáa strangari krøv um avseting og eru undir strangari eftirliti á fleiri økjum, og eigararnir seta størri og størri krav til vinningsbýti.
Vanligi lántakarin verður settur undir trýst. Nú krevst, at lántakarin hevur stóra eginfígging og tiltøkupeningurin skal útroknast nágreiniliga, so møguleikarnir eru snøgt sagt minkaðir.
Pør, sum hava fingið børn, áðrenn lán skal takast, eru prísgivin, og møguleikarnir uppaftur verri – alt meðan almennu myndugleikarnir og Búskaparráðið ávara um ov lágan føðitíttleika.
Í meðan ungu fólkini bíða eftir einum møguleika at fíggja eitt húsakeyp ella -bygging, ja, so fara spekulantarnir avstað við øllum ognunum. Kapitalurin vinnur á politikarunum, sum halda seg vera maktarleysar.
Tað nyttar einki hjá arbeiðaranum – eitt nú tí tímalønta, vaskikonuni, landaranum og egnaranum - saman við sínum maka at fara í peningastovnin, tí krøvini eru ov stór.
Við broytingini í lógini um Húsalánsgrunnin fóru politikararnir yvir um mark. Langt yvir um mark! Teir strikaðu grundhugsjónina hjá grunninum og stjólu harvið framtíðin frá teimum, sum ætla at seta føtur undir egið borð.
Navnið broyttu tey til ”Bústaðir”! Eg spyrji bara: bústaðir til hvønn?
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Ingilín D. Strøm hava veruliga roynt at seta ferð á møguleikan hjá føroyingum at seta búgv, men tað er skipanin sjálv, sum ikki er fyri tey lágløntu.
Fremmand í egnum landi
Møguliga og vónandi enda tey ungu, sum ætla at seta búgv, ikki í einum blikkskúri, á berajólum í kirkjugarðinum ella í eini flóttafólkalegu, men tey eru fangar í egnum landi. Alternativini hjá teimum eru at búgva inni hjá øðrum (av vælvild ella fyri okursprís) ella at fara av landinum.
Tað er eitt paradoks, at samstundis sum føroyingar ikki hava ráð at seta búgv í egnum landi, eru fleiri ”fremmandir” arbeiðarar í Føroyum, sum byggja fleiri sethús í teirra heimlandi, hetta fyri pening, sum teir hava forvunnið í Føroyum
Spurningurin er: hvør er ”fremmandur” í Føroyum?
Birgir Waag Høgnesen, Vestmanna