Støðan hjá Fico er framvegis kritisk – aftur undir skurð

Tað fara at ganga fleiri dagar, áðrenn læknarnir vita, um forsætisráðharrin í Slovakia kemur frá drápsroyndini við lívinum.

Miriam Lapunikova, sjúkrahússtjóri, helt í dag tíðindafund saman við varaforsætisráðharranum Robert Kalinak, sum sæst høgru megin í myndini. - Foto: Leonhard Foeger/Reuters

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, er lagdur undir skurð i dag, har læknarnir hava tikið burtur deyðan vevnað eftir skotsár.

Skurðviðgerðin vardi næstan tveir tímar.

Tað upplýsir stjórin á sjúkrahúsinum í Banska Bystrica, har slovakiski stjórnarleiðarin er innlagdur og lagdur undir skurð, eftir at hann var fyri einum skottilburði mikudagin.

Fico var fimm tímar á skurðborðinum eftir skotálopið.

– Fico er við vit, men støðan er framvegis kritisk, sigur sjúkrahússtjórin Miriam Lapunikova á tíðindafundi seinnapartin.

Forsætisráðharrin er á bráðdeildini í Banska Bystrica, sum er miðskeiðis í Slovakia.

Á tíðindafundi sigur varaforsætisráðharrin, Robert Kaliniak, at tað enn er ógreitt, um slovakiski stjórnarleiðarin kemur livandi undan álopinum.

– Tað fer at taka fleiri dagar, til læknarnir við vissu vita, um hann kemur undan við lívinum, sigur Robert Kaliniak, sum hevur vitjað Fico á sjúkrahúsinum.

Komandi forsetin, Peter Pellegrini, sum er tættur sameindur hjá Fico, hevur eisini vitjað forsætisráðharran.

Hann sigur, at 59 ára gamli Fico var førur fyri at tosa stutt.

Robert Fico varð raktur av fýra skotum mikudagin seinnapartin eftir ein stjórnarfund í slovakiska b'ynum Handlová 130 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Bratislava. Hann varð millum annað raktur av skotum í búkin.

Slovakiskt sjónvarp greiddi fyrr í dag frá, at læknar í mánadagin fara at hittast at tosa um støðuna hjá Fico og taka støðu til møguligan flutning til eitt sjúkrahús í Bratislava.

Ein 71 ára gamal er skuldsettur fyri drápsroynd í sambandi við álopið. Hann varð handtikin beint eftir álopið í Handlová.

Slovakisku myndugleikarnir meta, at álopið á forsætisráðharran var politiskt motiverað.

Sambært slovakiskum miðlum hevur løgreglan rannsakað heimið hjá skuldsetta í býnum Levice. Tað tók teimum fleiri tímar, og tann 71 ára gamli var sambært sjónvarpsstøðini TV Makriza til staðar undir rannsóknini.

/ritzau/Reuters

 

Miriam Lapunikova, sjúkrahússtjóri, helt í dag tíðindafund saman við varaforsætisráðharranum Robert Kalinak, sum sæst høgru megin í myndini. - Foto: Leonhard Foeger/Reuters