Ferðamannaskipið, Ocean Explorer, sum hevur rent seg fast í landnyrðingspartinum av Grønlandi, stendur framvegis.
Arktisk Kommando hevur havt fólk umborð í skipinum, og hetta er deildin, sum rópt verður sirius.
Sagt verður, at 206 fólk eru umborð í Ocean Explorer, og eftir umstøðunum er lagið gott.
Mett verður, at støðan, sum skipið er í, har tað stendur, er álvarslig.
- Sjálvt um støðan er trupul, hava vit nú fingið vissu fyri, at trygdin hjá ferðafólki og manning er undir eftirliti.
Tað var mánadagin, at Ocean Explorer tók í botn í Grønlandi.
- Hóast fleiri royndir, hevur tað enn ikki eydnast skipinum at sleppa leyst við egnari hjálp.
Arktisk Kommando heldur, at bæði manning og ferðafólk eru í einari truplari støðu.
- Men, tað er einki, sum bendir á, at skipið hevur fingið nakran munandi skaða, har tað stendur, sigur Arktisk Kommando.
Sjóverjuskipið Knud Rasmussen er framvegis á veg til ferðamannaskipið.
Men, teinurin er langur, og væntandi verður Knud Rasmussen ikki hjá Ocean Explorer fyrr enn fríggjadagin.
Arktisk Kommando leggur tó dent á, at onnur skip eru í økinum nærindis, har ferðamannaskipið stendur.
Tað er avstralska ferðavinnufelagið, Aurora Expeditions, sum stendur fyri ferðini.
Sermitsiaq.ag roynir at fáa viðmerkingar frá felagnum um støðuna við Ocean Explorer og teimum 206 fólkunum umborð.
##med2##
##med3##
##med4##