Støðan til Russland má endurhugsast

Politiska skipanin má viðgera viðurskiftini við Russland, nú kríggj er í Ukraina

-

 

Støðan í Ukraina er tann álvarsligasta vit hava havt í Evropa, síðan annar heimsbardgi endaði.

 

-Føroyar fordøma russisku innrásina og kríggið í Ukraina. Tí hava vit sett tiltøk í verk, sum eru við til at leggja trýst á Russland. Vit noyðast nú at geva til kennar, hvar vit standa trygdarpolitiskt – og ikki minst moralskt , segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í ólavsøkurøðu síni.

 

-Tí eiga vit politikarar at viðgera neyvt, hvørja støðu vit skulu taka, tá ið um Russland ræður. Eisini frameftir. Hetta er ikki eitt samgongu – ella andstøðumál. Øll politiska skipanin má standa saman. Eins og vit stóðu saman um at lata samfelagið upp fyri flóttafólki, legði hann afturat.