Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

Margit Stórá, landsstýriskvinna, sigur nú takk fyri skannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið tilmæli frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum um at taka ímóti gávu at rinda fyri keyp av MR-skannara til Klaksvíkar sjúkrahús. Eina gávu, sum landsstýriskvinnan ynskir at taka ímóti.

 

Tað skrivar Heilsumálaráðið í fráboðan í dag:

 

– Fyrst og fremst fari eg at nýta hetta høvi til, at takka tykkum, sum ynskja at lata Sjúkrahúsverkinum eina so stórfingna gávu. Ein gáva, sum í stóran mun kann verða við til at hækka góðskuna á kanningum, umframt at gera tað møguligt, at fremja nógvar kanningar í Føroyum, sum annars høvdu verið gjørdar uttanlands. sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Í apríl í ár vendi umboð fyri gávugevarar sær til stjóran á Klaksvíkar sjúkrahúsi, við ynski um at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi eina peningagávu á 13 mió. kr. til at rinda fyri keyp av einum 3 Tesla MR-skannara. Gávan verður latin í sambandi 125 ára stovningardagin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

Fyri at hava betur grundarlag at taka støðu til gávuna, varð leiðslan í Sjúkrahúsverkinum, tað eru stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum, biðin um at lýsa, hvørja ávirkan ein slíkur MR-skannari á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur heilsufakliga og fíggjarliga. Leiðslan skuldi eisini meta um, hvussu gávan samsvarar við yvirskipaðu strategiina fyri Sjúkrahúsverkið. Landsstýriskvinnan hevur nú fingið tilmælið frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum.

 

Gávugevararnir hava fingið boð um, at landsstýriskvinnan ynskir at taka ímóti gávuni, men at ynski um at skannarin skal kunna nýtast privat, verður ikki gingið á møti.

 

Næsta stigið er, at fáa politiska undirtøku í Løgtinginum.

 

Tilmæli frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum kann lesast her