Súkkluátak verður í Vági fríggjadagin

Fríggjadagin hin 2. juni verður súkkluátak í Vági í samband við altjóða súkkludagin.

 

Leygardagin hin 3. juni er altjóða súkkludagur, og í samband við dagin verður Vágs skúli karmur um súkkluátak.

 

- Fríggjadagin 2. juni heita skúli og kommuna á næmingar um at súkla í skúla, og foreldur eru vælkomin at súkla við børnunum. Súkklurnar skulu nevniliga brúkast hendan skúladagin. 

 

Víst verður á, at í skúlanum kemur løgreglan á vitjan. Tey fara at greiða frá, hvussu tú súkklar í ferðsluni.

 

- Eftir hetta sleppa næmingarnir at royna súkklubreytina hjá skúlanum, sum verður sett á skúlalagnum. Vágs kommuna bjóðar næmingunum sunkist og frukt í samband við átakið.

 

Vágs kommuna heitir á bilførarar um at ansa eftir børnunum í ferðsluni.

 

- Súkkluátakið er liður í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Vágs kommunu, har kommunan arbeiðir við heilsufremjan hjá borgarum, verður lagt aftrat.