Summar Festivalurin verður skotin í gongd í dag

Summar Festivalurin 2023 byrjar í dag, og skráin er pakkað við tilfari til allar aldursbólkar

Klokkan 15:00 verður fyrsta tiltakið á ársins Summar Festivali á skránni. Tá verður skrúðgonga úr Klaksvíksgarðinum og yvir í Silvaland.

 

Fyriskipararnir av Silvaland hava gjørt serstakliga nógv burturúr í ár og verður KÍ-Høllin og Badmintonhøllin karmur um hoppiborgir, tónleikaframførslur, klovnar, andlitsmáling, víkingabardaga og mangt afturat.

 

Klokkan 16:00 letur Tjaldøkið upp, sum liggur mitt á festivaløkinum. Á tjaldøkinum hava tey strikað indianaratjaldið, sum í fleiri ár hevur verið vørumerkið hjá tjaldingarøkinum, og hava í staðin sett eitt 18 metrarstórt tjald upp har tað er pláss fyri eini 50 fólkum, sum kunnu sita inni við stólum og borðum. Í tjaldinum fer at bera til at keypa sær okkurt at drekka, okkurt lætt at eta og føroyskan ís. Um morgnarnar fara fólk at kunna keypa sær nýbakaðar bollar til í tjaldinum.

 

Klokkan 19:00 verður fyrsta tónleikaframførslan á skránni. Framførslan verður á Torginum, og tað verður ongin minni enn X-factor stjørnan Kári Fossdalsá, sum setur hol á tónlistarliga partin av festivalinum.

 

Klokkan 22:00 verður fyrsta framførslan á føroya størsta palli, og tað verður Thomas Anders, ið leggur út við Modern Talking hittunum.

 

Seinasta framførslan í kvøld verður klokkan 01:00 á Vágsbø og tað verður ADHD við Frederik Dyrby.

 

Veðurforsagnirnar síggja gott út. Veðurstovan Yr.no sigur frá turrum veðrið og millum 8 og 9 stig í alt kvøld og út á náttina.